Frá 29. november til 21. desember hevur Galerie Focus í Havn, sum Mariannu Norðoy rekur, framsýning við ymiskum listafólkum
Við á framsýningini eru eitt nú Bárður Jákupsson, Janus Kamban, Elinborg Lützen, Olivur við Neyst, Amariel Norðoy, Jóna Rasmussen, Eyðun av Reyni, Ingálvur av Reyni og Kári Svensson.
Galerie Focus, sum liggur í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn, lat upp fyrstu framsýningina 19. juli í ár og hevur higartil havt fimm separatframsýningar. Tey, ið hava sýnt fram myndlist eru: Bárður Jákupsson, Eyðun av Reyni, Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Zacharias Heinesen. Framsýningarnar í Galerie Focus hava verið sera væl vitjaðar av fólki um alt landið og av ferðafólki.
Næsta ár er ætlanin at hava seks framsýningar við einstøkum listafólkum og tvær framsýningar við ymiskum listafólkum, soleiðis:
28. febr. - 14. mars:
Torbjørn Olsen og Andrias Andreassen
28. mars - 11. apríl:
Kári Svensson
30. mai - 13. juni:
Anker Mortensen
1. - 18. juli:
ymisk listafólk
1. - 15. august:
Marius Olsen
7. - 21. november:
Olivur við Neyst
2. - 19. desember:
ymisk listafólk
Framsýning í Galerie Focus er opin týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, leygardag kl. 16 til 18. Fernisering til separatframsýningar er fríggjadag kl. 16 til 18