Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg er fyrsti føroyski landsliðsleikarin í hondbólti hjá kvinnum, ið spælir dystir í Champions League.
Seinnapartin avrikaði Pernille framúr væl, tá hon og liðfelagarnir á norska liðnum, Storhamar á útivølli vunnu góðan 26-22 sigur á Dortmund. Í steðginum var Storhamar frammanfyri 11-9.
Pernille skoraði seks mál upp á sjey málroyndir, og hon gjørdist toppskjútti hjá Storhamar.
Storhamar er nummar trý í bólki A við fýra stigum fyri fýra dystir. So sigurin í dag kom sera væl við.
Mikudagin klokkan 17 hevur Storhamar dyst á heimavølli í bestu norsku deildini. Tá kemur Byåsen á vitjan.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Dortmund-Storhamar 22-26 (9-11). Á brotinum sæst Pernille skjóta tvey mál:
##med2##