Fleiri skulu koyra buss og færri skulu koyra bil

Ein ætlan er at hava fleiri snartúrar ígjøgnum Eysturoyartunnilin

Fleiri fólk skulu brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum heldur enn at koyra í egnum bili. Tað er endamálið hjá Strandferðsluni og næsta ár verða nøkur tiltøk sett í verk fyri at røkja tí endamálinum. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin í samferðslumálum um nøkur ætlan er um at royna at fáa fleiri fólk at brúka bussarnar hjá Bygdaleiðum

 

Uni Rasmussen vísir á, at ferðafólkatalið fall sera nógv, meðan koronu avmarkingarnar vóru. Í 2020 vóru bara 320.000 ferðafólk við Bygdaleiðum. Síðani er talið er støðugt vaksið aftur og Strandferðslan væntar, at eini 510.000 ferðafólk verða við Bygdaleiðum í ár, og so verður tað sum tað plagdi vera.

 

Tað eru 40 bussar, sum koyra fyri Bygdaleiðir. Teir eru nýggir, rúmligir og góðir at sita í. Tað eru 24 rutur, og einar 1.500 fráferðir eru um vikuna. Sostatt veitir Bygdaleiðir eina góða tænastu, heldur Uni Rasmussen - og tað er eisini bíligt at ferðast.

 

Hann er ikki samdur í, at ruturnar passa illa við arbeiðstíðir og skúlatíðirnar. Við Bygdaleiðum sleppur tú til Miðnám í Vestmanna, til Miðnám í Kambsdali, til Glasir, til Tekniska skúla í Klaksvík - og heim aftur. Við øllum rutum ber til at leggja sær ferðina soleiðis til rættis, at ein kann møta til arbeiðis í Havn, í Runavík, á Strondum, í Sundalagnum, í Klaksvík, í Skopun, á Tvøroyri og í Vági klokkan 8 ella 9 á morgni og sleppa heim aftur seinnapartin.

 

– Tað er ein sannroynd, at ferðslumentanin hjá nógvum føroyingum byggir á koyring við egnum bili. Skal tað eydnast at fáa fleiri fólk at brúka Bygdaleiðir, verður tað sostatt neyðugt við eini hugburðsbroyting.

 

Tað er umhvørvisvinarligari at koyra við Bygdaleiðum, heldur enn at øll koyra í hvør sínum bili og næsta ár er ætlanin at fara undir tiltøk fyri at fáa fleiri fólk at brúka bussarnar.

 

Strandferðslan hevur samstarvað við Visit Faroe Islands, ferðasmiðir og fólk annars, og á hesum grundarlagið eru ymsar rutur broyttar fyri at gera tað høgligari at ferðast. Strandferðslan samstarvar framhaldandi við kommunur, um at leggja túrar soleiðis til rættis, at tað, fyrst og fremst ber til hjá Skúlanæmingum at brúka Bygdaleiðir.

 

– At fáa fleiri fólk at brúka bussarnar, er eisini ein spurningur um ferðaætlan, sigur Uni Rasmussen. Hann sigur, at tí er ætlanin at fáa fleiri snartúrar ímillum norðurøkið og Havnina ígjøgnum Eysturoyartunnilin, umframt at aðrar tillagingar verða gjørdar.