Fleiri streingir at spæla uppá

Allan Simonsen hevur ongantíð havt so nógvar møguleikar at seta liðið, sum hann hevur hesa ferð

Stóri spurningurin undan hvørjum einasta landsdysti er, hvørjir ellivu spælarar fara at manna liðið. Hetta er nakað, sum fótbóltshugað eisini hesa ferð tosa og gita um, og sjálvandi hevur landsliðsvenjarin umhugsað spurningin væl og virðiliga, og tað hevur hann gjørt bæði út frá avrikunum leygardagin og við dystinum niðri í Bosnia 19. august í fjør, tá føroyingar stóðu seg væl og bara fingu eitt óheppið mál ímóti sær.

Um tað hevur borið honum til, so hevur landsliðsvenjarin hildið seg til somu manning so at siga hvørja ferð. Hann hevur hildið tað vera óneyðugt at gera royndir, og tað heldur hann eisini hesa ferð, og tað kann væl vera, at teir somu ellivu, sum fóru á vøllin móti Skotlandi, eisini fara á vøllin í kvøld. Men nú er tað soleiðis, at tað ber honum til at gera smávegis broytingar, uttan at talan er um royndir, tí hann hevur so nógvar spælarar at velja ímillum, sum hava drúgvar royndir.

Vit plaga viðhvørt at geva okkara boð uppá, hvussu vit rokna við, at venjarin fer at seta liðið. Tað gjørdu vit ikki leygardagin, tí tað var so stórur ivi um tveir av lyklaspælarunum. Vit fara heldur ikki í dag at geva okkara boð uppá liðið, tí tað er framvegis ivasamt, um ein av lyklaspælarunum verður tøkur. Men vit fara í staðin at borðreiða við tí, sum vit út frá samrøðum við venjaran og eygleiðing av dystum og venjing halda, at venjarin snarar og vendir, áðrenn hann tekur støðu til, hvussu liðið skal síggja út.


Fleiri møguleikar í verjupartinum

Undan dystinum móti Skotlandi var tað eitt sindur ivasamt, um Pól Thorsteinsson fór at verða tøkur, men hann spældi allar 90 minuttirnar á tamb, og síðani hevur hann luttikið í venjingini sum hinir.

Jens Kristian Hansen var nógv saknaður móti Skotlandi. Tað er sera ivasamt, um hann verður við í kvøld, men sannlíkið fyri tí er størri, enn tað hevur verið. Mánakvøldið legði Torbjørn Viderø eina blokadu, og tað vísti seg at rigga so mikið væl, at liðformaðurin fekk vant við eina løtu, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður í kvøld.

Allan Simonsen plagar ikki at gera serliga stórar broytingar í uppstillingini frá dysti og til dyst, men hann var ikki heilt nøgdur við spælið móti Skotlandi, og tí er spurningurin, um hann umhugsar broytingar hesa ferð. Um Jens Kristian verður tøkur, so er upplagt, at venjarin fer aftur til miðverjuna, sum hann helt seg til í fýra teimum síðstu dystunum í fjør ? frá og við tí móti Bosnia. Venjarin var sera væl nøgdur við avrikið hjá Pól Thorsteinsson, sum síðani hann kom á liðið niðri á Malta fyri tveimum árum síðani hevur spælt allar 14 dystirnar á tamb, og í kvøld verður á vongverjanum í høgru.

Verður Jens Kristian ikki tøkur, og Pól Thorsteinsson tiskil verður miðverji, so skal venjarin gera av, um Jóhannis Joensen skal halda fram í høgra borði, ella um ein av tveimum øðrum møguleikum skal roynast. Sum so ofta sagt, so er venjarin einki fyri teimum stóru broytingunum, men talan verður ikki um nakað stórt eksperiment, um Allan Mørkøre ella Henning Jarnskor verður settur í hetta plássið. Teir hava báðir røkt tað so ofta.

Í hinum borðinum spældi Øssur Hansen, sum hevur nógvar royndir, móti Skotlandi, inntil John Hansen kom inn. Nú skal venjarin taka støðu til, um hann vil hava Øssur at vera við, ella um hann skal skifta út, og um hann velur at skifta út, so skal hann taka støðu til, um Henning Jarnskor, sum røkti hetta plássið fýra teir síðstu dystirnar í fjør, skal í hesa ódnina, ella um John Hansen, sum hevur verið sannførandi báðu ferðirnar, hann er komin inn (í Aberdeen og síðsta leygardag), nú eigur at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu.


Framrættaða spælið

Tað hekk ikki so væl saman á miðvøllinum, sum venjarin vildi hava tað at gera. Hetta kunnu tað vera fleiri orsøkir til.

Ein var, at Jens Kristian Hansen ikki var í miðverjuni, hagani hann plagar at spæla skilagott fram til miðvallararnar. Ein onnur var, at tað tóktist darva spælið bæði hjá Sámali Joensen og John Petersen, at hesin seinni nevndi í útgangsstøðuni lá so frammarlaga. Hóast John Petersen í feløgunum, sum hann hevur umboðað í 1. deild (B68, GÍ g B36) altíð hevur verið framherji, so hevur hann ? síðani útidystin móti Jugoslavia í 1996 ? verið týdningarmikil miðvallari á landsliðnum.

Um venjarin velur at flyta John Petersen longri aftur á vøllin, so verður pláss fyri einum álopsspælara afturat, og hóast Jákup á Borg leygardagin kom fram um Una Arge í røðini, so man tað vera meiri sannlíkt, at Leifturs maðurin, sum í fjør var millum teir fyrstu ellivu í øllum teimum fýra dystunum, tá tað var um reppið, at Føroyar fingu stig.

Uni Arge er tað teir kalla boksspælari. Tað vil siga, at hann er í brotsteiginum hjá hinum og kann umseta tvørbóltar til royndir móti málinum ? bæði tá teir koma í luftini og eftir jørðini ? og tað talar til hansara fyrimun, at ein spælari av hesum slagnum restaði onkra ferðina leygardagin, t.d. tá Todi Jónsson tvær ferðir legði innfyri úr vinstru.

Um John Petersen verður fluttur aftur á miðvøllin, so skal ein annar av miðvøllinum. Eingin av miðvallarunum síðsta leygardag nýtist at fara av vøllinum, um Allan Mørkøre verður fluttur á vongverjan í høgru, men verður Allan Mørkøre á miðvøllinum, so kann tað vera, at Sámal Joensen skal út á beinkin.


Torførasta valið

Eingin ivi er um, at Todi Jónsson verður fremsti álopsmaðurin. Hann var ikki við í Bosnia 19. august í fjør, tí hann var skaddur. Ta ferðina var stórur saknur í honum, tí tað vóru onkrir møguleikar fyri snarálopum. Men nú er hann við, og hann veit væl, at spentu áskoðararnir vænta, at hann skal skora. Todi er toppskjútti á landsliðnum, men hann hevur ikki skorað síðani í heimadystinum móti Malta. Tað var í gjár fyri tveimum árum síðani. Men so skal eisini leggjast afturat, at FCK maðurin hevur givið avboð til fleiri av dystunum, sum hava verið síðani tá.

Torførasta valið hevur venjarin gjørt. Jákup Mikkelsen verður aftur málverji í kvøld, men tað er sjón fyri søgn, at Jens Martin Knudsen, sum fer at sita á beinkinum og sum hevur spælt 45 landsdystir, er væl fyri. Ja, kanska hevur hann ongantíð verið so væl fyri, sum hann er nú, og tað ber til at ímynda sær, at um nøkur ár fer føroyskur fótbóltur at iðra seg um, at tað skuldi vera soleiðis, at Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen um somu tíð vóru upp á sítt besta.

Og so er spurningurin, hvør spælari skal av beinkinum og út millum áskoðararnar. Tað hava verið nítjan spælarar í landsliðsleguni, men tað kunnu bara vera sjey á beinkinum. Síðst var Henning Jarnskor leikbannaður, men hesa ferð skal ein annar í klædning. Um Jens Kristian Hansen ikki fær spælt, so fær hann frí. Um hann fær spælt, so kann tað kanska hugsast, at Fróði Benjaminsen, sum hevur snoddað til landsliðslívið og kom so mikið langt leygardagin, at hann hitaði upp, fær frí.