Fleiri tiltøk á Torginum í Runavík

Fleiri spennandi tiltøk verða á Torginum í Runavík nú um vikuskiftið. Eystanstevnan byrjar nevniliga í dag, og er nógv fjølbroytt á skránni

Runavík: Longu í kvøld, fríggjakvøld, byrja tiltøkini á Torginum í Runavík.
Okkara kendi countrysangari, Ragnar í Vík, fer at syngja countryløg í ein tíma frá klokkan 21-22.
Leygardagin klokkan 14 verður sjálv setanin av stevnuni. Sæunn Ólavsdóttir Hansen, setir stevnuna, og skrúgongan kemur frá Ítróttarhøllini og inn á Torgið. Nes Sóknar Musikkfelag spælir og Eystankórið skal eisini syngja. Tivoliøkið letur upp aftaná.
Tey vælumtóktu M´as Blues Band hava frá klokkan 15.30 konsert og samstundis byrjar eitt stórt barnatiltak á Torginum við sjúkrabilum, brandbilum og møguliga eisini politibilum.
Seinni um kvøldið syngur sangbólkurin Salt, og aftaná verður sangmøti við dansiframførslu og øðrum. Tað er Keldan í Skálafirði, sum skipar fyri.
Hálvan tíma áðrenn midnátt spælir Nes Sóknar Musikkfelag, og á midnátt verður midnáttarsamkoma við luttøku av Eystankórinum, og Marja Lamhauge flytir fram røðu. Felagssangur verður sjálvandi eisini á skránni, og midnáttarsamkoman endar við einum braki, tí tá verður fýrverk sent upp í luftina.
Sunnudagin verður Magni Christiansen á Torginum frá klokkan 16. Spælimenninir spæla spælimanstónleik úr Norðurlondum, Hetlandi og USA frá klokkan 17, og síðani klokkan 19, verður skipað fyri ymsum kappingum av ítróttarfeløgum og skótum.
Seinast á skránni er ein sangløta klokkan 20 við Lívsins Orði.

Annað

Sjálvandi er eisini nógv annað spennandi á skránni. Tivoli hevur sum vanligt opið, og fleiri fótbóltsdystir verða. Fleiri dystir verða hjá teimum yngru deildunum, og klokkan 18.00 verður stevnudysturin millum NSÍ og grannarnar B68 á vøllinum í Runavík.
Málningaframsýning verður í býrássalinum við Anju Hentze og Karolinu Danielsen, eystanstevnukabarett, felagssangur í caféini í Hæddini við Jónsvein og Birgir eru nakað av tí, ið eisini er á skránni.
Fríggjakvøldið klokkan 22 er opið hús í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum og leygarkvøldið somu tíð, er opið hús í Berøa.
Rennikapping verður leygardagin klokkan 15 fyri børn.
Fleiri konsertir verða eisini. Fríggjakvøldið verða stórar útikonsertir í grótbrotinum. Fyrst verður ein barna- og ungdómskonsert við luttøku av Brandi Enni, Arnfríð Lützen, Vit eru glað, Trølla Pæturi og ommuni. Hon byrjar klokkan 19.
Klokkan 23 byrjar eystanstevnukonsertin í grótbrotinum við Gestum, All That Rain og Braquet.
Handilsmiðdepilin hevur mótasýning til báðar konsertirnar.
Sjálv stevnan endar so at siga við eini kvøldsetu í ítróttarhøllini í Runavík. Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie standa fyri undirhaldinum, og eisini verður Stjørna í eitt kvøld við næmingum úr Tofta skúla og Runavíkar skúla. Tónleikur og sangur er eisini á skránni, og tað er Mentanarhúsfelagð, sum skipar fyri.