Seint í heyst játtaði Løgtingið pengar, so at Smyril kundi sigla ein túr afturat ímillum Suðuroynna og Havnina um vikuna.
Tann túrurin varð lagdur mikudagar og sostatt hevur hann siglt tríggjar túrar um dagin ímillum Suðuroy og Havnina bæði mánadag og mikudag.
Men nú Løgtingið hevur samtykt fíggjarlógina fyri næsta ár, hevur Strandferðslan fingið enn meiri pening, so at Smyril kann sigla eykatúr ein dag afturat um vikuna.
Í hesum sambandi hevur Løgtingið játtað Strandferðsluni 1,8 millión afturat og tað er netupp tað, tað kostar hjá Smyrli at sigla ein túr aftur og fram afturat.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey fara nú at seta seg við ferðaætlanini, men hann væntar fyri vist, at hesin eykatúrurin fer at verða lagdur hósdagar.
- Tað er har, hann ger mest nyttu, sigur stjórin á Strandferðsluni.
Hereftir verða tað sostatt bæði mánadagar, mikudagar, og hósdagar, at Smyril fer at sigla tríggjar ferðir ímillum Suðuroynna of Havnina.