Vágbingar líða framvegis undir, at teirra hópur er tunnur, og tá fleiri spælarar eru ivasamir til dystin á Sandi, verður møguleikin helst givin onkrum ungum spælarum at royna seg í 1. deildarfótbólt.
Milan Kuljic fekk reytt kort eftir fáar minuttir í dystinum seinasta vikuskiftið, og hann hevur tí leikbann hesaferð. Jón Pauli Olsen var leikbannaður seinast, men er klárur aftur móti B71.
Spælandi venjarin hjá VB, Krzystof Popzcynski, stríðist framvegis við skaða, men seinast kendi hann seg noyddan at spæla, hóast hann ikki var heilt frískur, og soleiðis er aftur hesaferð.
Janus Kjærbo fekk skaða beint undan seinasta dystinum, og hóast hann hevur fingið góða viðgerð í vikuni, verður hann ikki førur fyri at spæla í morgin. Harafturat er Jón Gærdbo er ivasamur, tí hann er smáskaddur, men hann verður ivaleyst noyddur at spæla.
Bjørn brotið hondliðina
Á Sandi er lagið gott eftir sigurin á B68 seinasta sunnudag. Tann sigurin gjørdi, at liðið reyk fýra stig fram um ÍF, sum liggur næstniðast í 1. deild. Vinnur B71 aftur hesaferð ? ella tapir ÍF ? so er B71 tryggja í 1. deild. Tað hevur alla kappingina verið eyðsýnt, at B71 hevur verið tað botnliðið, sum hevur verið sterkast. Teir hava argað fleiri topplið, og teir hava ikki tapt botndystirnar.
Bjørn Thorsteinsson, sum hevur spælt sera væl í B71-verjuni í ár, kann ikki spæla aftur í ár. Eftir dystin móti B68 gjørdist greitt, at hann hevði brotið okkurt í hondliðini, hondin er løgd í gips, og har verður hon verða næstu 6 vikurnar í minsta lag.
Jógvan Jón Petersen, sum eisini hevur spælt í miðverjuni, er framvegis skaddur, og kann neyvan spæla aftur í ár, og tí er stóri spurningurin hvussu venjarin Iulian Florsecu, sum sjálvur er leikbannaður, fer at stilla liðið. Helst verður Eli Hentze fluttur á miðvøllin hendan dystin, meðan møguleiki er fyri, at Torbjørn Jensen, sum ikki hevur spælt so nógv í ár, verður við í álopinum frá byrjan.