- Hvítar kistur hava verið og eru tær mest vanligu um okkara leiðir, men seinasta árini hava vit sæð, at summi heldur velja eina kistu úr bambus ella valnøtutræ, siga Lív og Hans Clementsen frá Biðimansfyritøkuni Sólsetur.
Biðimansfyritøkan Sólsetur sá dagsins ljós fyri 13 árum síðan. Hon varð sett á stovn hin 16. januar í 2013. Fyritøkan er vaksin fyri hvørt ár. Kistuúrvalið á goymsluni er blivið breiðari, og ymiskar støddir eru – heilt frá lítlum til eyka stórar líkkistur. Umframt hvítar fáast barnakisturnar í litinum ljósareytt og ljósablátt. Av tí vanligu støddini eru ymiskar hvítar kistur og eisini kistur bæði úr valnøtutræ og bambus á goymslu.
Bambuskistan er kend fyri at vera ein av mest umhvørvisvinarligu, sum eru á marknaðinum.
Uppgávurnar eru ymiskar til eina jarðarferð – eitt nú hjá avvarðandi at velja eina kistu. Tað er oftast stutt tíð, har nógv skal fáast upp á pláss.
- Her er okkara tænasta góð hjá nógvum. Tað hoyra og lesa vit frá nógvum afturboðanum, sum vit hava fingið ígjøgnum árini. Vit samskipa alt eftir tørvi hjá avvarðandi, og vit fara út um alt landið. Vit møta avvarðandi har tey eru, og í tí tørvinum tey hava – viðhvørt vilja tey gera ymist sjálvi og onnur ynskja at vit taka okkum av øllum, tó mugu tey altíð taka ymiskar avgerðir ella val sjálvi, men tá hjálpa og vegleiða vit um neyðugt, siga Lív og Hans Clementsen.
Tey vísa á, at har eingin avtala er um líkflutning, veita tey sjálvi tað tænastuna við sínum egna líkbili.
- Okkara fyritøka veksur, og vit hava alt fleiri jarðarferðir, har vit taka okkum av øllum, eisini ervinum, sum er siður at hava aftan á jarðarferðina. Vit leiga hølini, har ervið skal vera, og taka okkum av øllum í tí sambandi ella bíleggja tað, har fólk ynskja. Køkunum koma familja, vinir og kenningar tó við.
Kremering
Nakrar ferðir um árið seta avvarandi seg í samband við okkum um føroyingar, sum doyggja uttanlands og sum hava ynski um hvíldarstað í Føroyum.
- Tá vegleiða, hjálpa og samskipa vit, so tað lættir um hjá familjuni. Vit gera avtalurnar í Danmark og í Føroyum og fáa kistu ella urnu flutta til Føroyar eftir avtalu. Tað kemur eisini fyri at fólk, sum doyggja í Føroyum, ynskja at verða kremerað. Tá verður kistan send til Danmarkar, og eftir nakrar vikur verður urnan send aftur til Føroyar. Í summum førum verður urnan send víðari í Evropa ella longur út í heim. Tá gera vit avtalu við krematorium um tað og syrgja fyri, at pappírini og loyvi eru røtt, so urnan kann sendast.
- Tað er ein staðfesting, at tørvur er á okkum kring landið og við teimum tænastum, ið vit bjóða fram. Ein av endamálsorðringunum í fyritøkuni er “virðiligur skilnaður er vakurt minni”, og hetta er altíð tað, ið vit hugsa um, tá vit eru til arbeiðis.
Fólk eru altíð vælkomin at spyrja um tænastur og vegleiðing hjá Sólsetur, og tey svara allar dagar í árinum.
- Tað var málið frá byrjan, at Sólsetur skuldi vera ein fyritøka, ið veitir tænastu til øll, sum hava brúk fyri okkum, siga Lív og Hans Clementsen frá Sólsetur.
Les meira um tænasturnar á heimasíðuni www.solsetur.fo
##med2##












