Tað verður í kvøld klokkan 19:30 føroyska tíð, at Føroyar og Sveis bresta saman í fyrsta dystinum í EM endaspælinum hjá monnum í Unity Arena í Oslo.
Roknað verður við, at eini 6.000 føroyskir ákoðarar verða til dystin, og longu nú eru í minsta lagi 1.500 teirra savnaðir til upphiting í Carls í Oslo.
Hóast pláss bert var fyri 1.500 fóækum, so høvdu nógv fleiri enn tað leitað sær til upphitingina í Carls í Trondheimsgata. Nógv stóðu og bíðaðu til fánytis í regninum uttanfyri.
Tað eru stuðlarnir Atlantic Airways, Wenzel, Effo og Føroya Banki sum skipa fyri.
Her eru nógvir føroyingar savnaðir at heppa upp á Føroyar.
DJ Petur Háberg, RSP og Swangah skipa fyri tónleikinum, og lagið er sera gott, sum myndirnar niðanfyri vísa.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##

















































