Fleiri vilja hava Patrik heim

HB, KÍ, Víkingur og B36 verða øll nevnd sum feløg, ið vilja hava áleyparan

Patrik Johannesen hevur havt eitt misjavnt kappingarár í Noreg, har hann spælir við Florø í næstbestu deildini. Hann hevur verið á máltalvuni nakrar ferðir, men ein skaði hevur eisini órógvað kappingarárið.

 

Les eisini: Patrik skoraði sigursmálið

 

Nú ljóðar, at fleiri føroysk feløg ætlar fær áleyparan, sum í 2017 skoraði 16 mál í landskappingini fyri B36. Sosialurin hevur fyrr í ár skrivað, at HB hevur víst stóran áhuga fyri áleyparanum, men nú ljóðar eisini, at KÍ og Víkingur skuldi verið áhugaði.

 

HB leitar eftir einum áleypara, sum kann styrkja HB-liðið, meðan KÍ skal hava nýggjan áleypara, nú Páll A. Klettskarð flytir av landinum. Víkingur hevur havt eitt minni gott ár, har tað bara er blivið til átta mál hjá Adeshina Lawal.

 

Tað ljóðar fyri vist, at B36 hevur gjørt sáttmála við Brian Jakobsen (Skála) og Árna Frederiksberg (NSÍ). Tí er eitt sindur ivasamt, um B36 leggur líka nógv fyri, at fáa Partik Johannesen aftur í felagið.

 

Florø liggur í løtuni á 15.plássi av 16 í OBOS-ligaini í Noreg. Florø spælir í dag á útivølli móti Strømmen, sum liggur tvey pláss frammanfyri.