Avrikini hjá norska venjaaranum hjá FC Keypmannahavn, Ståle Solbakken, hava vakt ans uttan fyri Norððurlond. Í samrøðu við norska blaðið VG avdúkar hann nú, at fleiri feløg hava víst áhuga, sjálvt um hann langt síðani hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið um at venja norska A-landsliðið.
-Eg havi fingið einar fimm ella seks fyrispurningar, sigur Ståle Solbakken við VG.
Tað hevur verið frammi fyrr, at týska felagið HSV, sum í summar fær danan Frank Arnesen til stjóra, hevur havt samband við FCK-venjaran, men hetta hevur hann onga viðmerking til.
-Eg geri ikki viðmerkingar til leysatíðindi, sigur Ståle Solbakken við VG og leggur afturat, at sum er væntar hann at taka við sum norskur landsliðsvenjari í 2012 sum ætlað.