Tað er ikki bara Paul Watson, sum ætlar sær til Føroya komandi summar. Ein annar felagsskapur ætlar sær til Føroya í royndini at steðga grindadrápi ? hesin nevnist Earthrace Conservation Org. Rumbul umborð á Sea Shepard varð orsøkin til, at Pete Bethune fór frá sum stýrismaður umborð á skjótt gangandi bátinum hjá Sea Shepard. Ósemja var millum hann og Paul Watson, og Pete Bethune valdi at stinga í sekkin.
Men tað merkir ikki, at hann hevur gloymt grindadrápi í Føroyum.
Pete Bethune boðar nú frá, at hann hevur stovnað eitt nýtt felag, við heitinum Earthrace Conservation Org ( E.C.O ), sum eisini ætlar sær til Føroya í summar, í royndini at steðga grindadrápi ? ella sum felagsskapurin skriva ?in hopes to eliminate the needless slaughter of pilot whales?.
Í verandi løtu hevur felagsskapurin ikki nakað skip ella bát, men á landi fer felagsskapurin at gera um seg í summar.