Vaktarskifti
Eydnast tað sambandsflokkurin at fáa so mikið av undirtøku í Suðuroynni til Løgtingsvalið í vár, at hann fær umboð á ting, er tað í øllum førum longu nú greitt, at tað verður ikki Flemming Mikkelsen, sum verður valdur.
Flemming Mikkelsen er nevniliga farin at rigga av í politikki og hann hevur gjørt av, at hann fer ikki at stilla uppaftur.
?Eg eri nú 70 ára gamal og eg sigi sum onkur annar hevur sagt, at nú er so mikið siglt út av logginum, at eg haldi at tíðin er komin til at lata onkran annan sleppa framat.
Flemming Mikkelsen hevur verið Løgtingsmaður í 20 ár fyri sambandsflokkin. Hann varð valdur á ting í 1978 og sat út í eitt til 1994.
Tá varð Jákup Joensen í Lopra valdur á ting fyri sambandsflokkin í Suðuroy, men í 1998, vann Flemming sessin aftur.
? Eg ætlaði ikki at stilla upp aftur í 1998, men læt meg yvirtala og eg varð so valdur, sigur hann.
Umframt at sita á tingi, hevur hann eisini sitið í Vágs Býráði í árunum 1976 til 1984, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.
Í løgtinginum hevur hann sitið í vega- og havnanevndini, sum var, umframt í fíggjarnevndini. Hann hevur eisini verið løgtingsgrannskoðari tað mesta av tíðini.
Onnur banka upp á
Spurningurin er so, hvør skal føra tingsessin víðari. Tað er ongin ivi um, at borgarstórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, fer at stilla upp. Jákup Joensen, sum umboðaði flokkin á tingi frá 1994-1998, hevur ikki enn gjørt av um hann hevði latið seg stilla upp, fekk hann áheitan um tað, men hann er so á listanum til fólkatingsvalið.
Og harumframt hevur sambandsflokkurin eisini fingið eitt púra óskrivað blað í politikki á listan til fólkatingsvalið, Johan Dahl, sum býr í Porkeri.
Hóast tað enn ikki er gjørt av, antin hann fer at stilla upp til løgtingsvalið eisini, er lítið at ivast í, at uppstillingin til fólkatingsvalið má metast sum ein positionering til løgtingsvalið.
Johan Dahl er vinnulívsmaður og hevur gjørt stórar íløgur í Vági tey seinastu árini, tað er hann, sum tók stig til at byggja frystigoymsluna í Vági , saman við útlendsku samstarvsfeløgum sínum.
Sjálvur sigur hann í stuttari viðmerking, at hann vil fegin vera við til at bróta tað mytuna niður, at sambandsflokkurin bara er ein flokkur av gomlum, konservativum monnum.
Hann sigur eisini, at tað er neyðugt at vísa, at tað er ikki bara í fólkaflokkinum, at vinnulívsmenn kunnu føla seg væl.
?Sambandsflokkurin er avgjørt ein modernaður og dynamiskur flokkur. Men hann hevur hartil tað framum Fólkaflokkin, at hann vil ikki lata teir fyrimunir, sum ríkisfelagsskapurin gevur, gleppa okkum av hondum.
Eitt nú heldur hann, at ríkisfelagsskapurin kann verða gull verdur fyri føroyskt vinnulív, m.a. gevur hann okkum atgongd til vinnuframagrunnar, umframt møguleikar fyri fleiri fíggingar- og íløgumøguleikum, eins og eina uttanríkistænastu, sum tað avgjørt ber til at fáa meiri burturúr - men bara so leingi, vit eru í ríkinum, sigur Johan Dahl.