TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við ítróttarstjóran hjá Fleyr, Klæmint Isaksen í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.
Klæmint Isaksen kann saman við hinum í Fleyr fegnast um nógv bøttar umstøðar hjá flogbóltsfelagnum í Havn.
Nýggja stórhøllin á Hálsi verður nú karmur um nógvar venjingar og heimadystir hjá Fleyr, og tað gevur Fleyr sum er einsamalt flogbóltsfelag í Suðurstreymoy nakrar eyka møguleikar.