Fleyr misti eitt fet

Tapið fyri SÍ í gjár merkir, at menninir hjá Fleyr mistu í mun til tey bæði liðini frammanfyri, so finalusessurin kámaðist enn meira

Flogbóltur

Tá SÍ og Fleyr fyri góðari viku síðani spældu finalu í Føroya Banka-kappingini í Klaksvík, var eingin ivi um, hvat av liðunum var tað stinnara, tí SÍ vann ein sannførandi 3-0 sigur og spældi seg samstundis beinleiðis í steypafinaluna.
Í gjár, tá liðini aftur møttust í landskappingini, var SÍ framvegis tað betra av teimum, men hesa ferð var avrikið langt frá líka sannførandi. Verri var tað tó hjá Fleyr, ið heldur ikki hesa ferð megnaði at lyfta seg so mikið, at tað rakk nakran veg.
Undantakið var tó fyrsta sett, ið gjørdist vørrurin hjá Fleyr hesa ferð. Havnarmenninir komu á heimavølli væl frá byrjan, men so kom SÍ afturíaftur og hevði leiðsluna tað mesta av tíðini. Við leiðsluni 24-23 hevði SÍ enntá settbólt, men fekk nú so harða kapping frá Fleyr um síðstu bóltarnar, at Fleyr vann 29-27!
Hetta var løtan hjá Fleyr í gjár, sum serliga hevði trupulleikar í móttøkunum og tí heldur ongantíð fekk glið á álopsspælið. Trý tey næstu settini gjørdi SÍ slætt borð, men framvegis uttan at spæla líka væl sum í Klaksvík vikuna áðrenn.

Nógvir feilir
Rajko Petrovic var størsta hóttanin, SÍ hevði at seta ímóti Fleyr, og hann vann eisini eina rúgvu av stigum. Men tað vóru tó teir nógvu feilirnir, ið vóru at síggja frá báðum pørtum, ið kanska mest merktu dystin, ið ikki er ein av teimum, ið endar í søgubókunum.
Fyri SÍ merkti sigurin, at liðið framvegis hongur væl í og er beint í hølunum á Mjølnir, meðan Fleyr nú er fýra stig aftan fyri sørvingar og fimm stig aftan fyri klaksvíkingar. Tað røkist tí einki fyri øðrum, enn at Mjølnir og SÍ alsamt meira líkjast teimum báðum liðunum, ið skulu spæla FM-finalur eftir lokna landskapping.
Hin dysturin í hesum umfarinum verður spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík annaðkvøld klokkan 19.30, tá Mjølnir tekur ímóti ÍF.