Fleyr-Mjølnir 3-0 (25-16, 25-19, 25-20):
Tá kvinnurnar hjá Fleyr fyrst í februar mánaði á heimavølli taptu fyri Drátti, tóktist tað sum endin á øllum møguleikum hjá Fleyr at fáa nakað sum helst burturúr hesum kappingarárinum. Nú var gloppið ov stórt upp til tey plássini, har tað stuttliga hendi.
Men best sum alt var avskrivað, raknaði Fleyr við ímóti endanum og fór brádliga at vinna dystir. Í Trongisvági var tað fyrst TB, ið kendi sviðan av endurreista Fleyr-liðnum, ið endiliga fór at spæla frígjørt, nú alt trýstið var burturi. Burtur úr tí kom ein ordans endabrestur við fýra sigrum á rað.
Leygardagin gav tað so eisini ein vinning av sær, tí tann fjórði var ímóti Mjølnir, sum annars í allan vetur hevur verið liðið, ið sá út til at orka best at renna aftan á SÍ. Men nú avgerandi dystirnir skuldu spælast, var soðið ov tunt hjá Mjølnir, ið fyrst misti finalukjansin við at tapa fyri TB, og nú í allarsíðsta dystinum misti bronsukjansin eisini.
Av teimum trimum kvinnudystunum hetta síðsta umfarið, var hetta tann einasti, ið hevði ávirkan á nakað sum helst, tí her stóð bronsan upp á spæl. Vinnandi liðið fekk bronsu og tapandi liðið fekk fjórðaplássið. Undan dystinum var Mjølnir eitt stig framman fyri Fleyr.
Alt riggaði bara
At tað kann gera nógv við eitt lið, at tað ikki spælir undir trýsti, gjørdist Fleyr sostatt besta dømi um, tí leygardagin var eingin slingur í valsinum. Tað sá út, sum bar alt til hjá liðnum, sum á pappírinum átti at verið eitt avgjørt topplið – við ikki færri enn fimm landsliðsspælarum…
Mjølnir fekk ongantíð fótin fyri seg, tí hóast Fleyr hevði nakrar servufeilir, gekk alt sum fótur í hosu. Allarflestu servurnar kom hart og væl yvirum og skaptu trupulleikar hjá mótstøðuliðnum, og haraftrat var álopsspælið varierað og gott, so Mjølnir hvørki á gólvinum ella í blokkinum megnaði at venda dystinum.
Og tá so Mjølnir royndi, vóru tær hjá Fleyr sera ídnar at fáa bóltarnar uppaftur, um tær ikki longu høvdu blokkað klaksvíkskvinnur frammi við netið. Gjøgnumgangandi spældi Fleyr tað besta, sum liðið hevur avrikað í vetur, og verður hesin tráðurin tikin upp, tá nýggja kappingin byrjar aftur, verður ikki stuttligt at vera fyri!
Í fyrsta settinum fylgdust liðini upp til 12-12, men so fór Fleyr avstað. Og liðið helt fram í øðrum setti, tá ein leiðsla varð vunnin beinanvegin og hildin allan vegin. Tað var heldur javnari í triðja setti, men framvegis ikki øðrvísi enn so, at Fleyr eisini vann tað trygt.