Kári J. á Høvdanum var høvuðsdómari, Andrew Christiansen og Dan Højgaard vóru hjálpardómarar, og Jóhan Hendrik Ellefsen var fjórði dómari, tá skotska liðið, Motherwell í øðrum umfari í Europa Conference League heldur óvæntað tapti 0-1 fyri írska liðnum, Sligo Rovers. Motherwell hevði eina greiða favorittstøðu undan dystinum.
Føroyska dómarakvartettin slapp at døma frammanfyri 7.300 áskoðarum í einum lívligum dysti. Stemningurin var góður og lívligur til dystin, men sum so mangan, so er tað altíð onkur tápulingur millum áskoðararnar.
Ein fløska bleiv tveitt inn á vøllin. Kári samlaði fløskuna upp og handaði hana til Jóhan Hendrik, og nú kannar UEFA tilburðin. Væntandi er, at Motherwell fær, ið hvussu er eina bót fyri hendingina við fløskuni.
Kári deildi fýra gul kort út, tvey í part. Tað var líka móti dystarenda, at Sligo helt seg eiga brotsspark, tá teir mettu, at bólturin fór í armin á einum verjuleikara hjá Motherwell í brotsteiginum hjá Motherwell.
Tann hendingin og onnur hæddarpunkt frá dystinum kunnu síggjast her, tó ikki hendingin við fløskuni:
##med2##