Flogbóltur beinleiðis: Føroyar vunnu 3-0

Beinleiðis frásøgn, Rás 2 og stroyming

Her er alt, sum tú skal vita um flogbóltslandsliðið, sum er í EM/HM undankapping í høllini á Hálsi. Her verður beinleiðis frásøgn.

 

Rás2 á staðnum

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum í EM/HM undankappingini í flogbólti fyri kvinnur.

 

Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER

 

Stroyming

 

Kringvarpið stroymar landsdystin móti Liktinstein

 

Stroyming:Trýst her fyri at stroyma dystin beinleiðis móti Liktinstein

 

 

Beinleiðis frásøgn:

 

3-0 til Føroyar (Fyrsta sett endaði 25-15, annað sett endaði 25-15, triðja sett endaði 25-21)

 

 

3 sett:

25-21 til Føroyar: So er triðja settið liðugt, og dysturin liðugur. Aftur í kvøld vunnu føroysku kvinnurnar 3-0, eftir at triðja settið endaði 25-21. Føroysku kvinnurnar hava nú tryggja sær luttøku til EM. Vinna føroysku kvinnurnar í morgin móti Kýpros, hava føroysku kvinnurnar tryggja sær luttøku til HM.

 

17-17: Nú hava føroysku kvinnurnar mist greiðu leiðsluna sum tær annars hava havt alt triðja sett. Støðan nú er 17-17.

 

15-11 til Føroyar: Støðan er nú 15-11 til Føroyar. 

 

10-5 til Føroyar: Talan er um rímiliga greiða leiðslu til føroyska liðið í triðja settinum. Støðan nú er 10-5 til Føroyar.

 

6-2 til Føroyar: Fyri fyrstu ferð í kvøld er tað føroyska liðið byrjað væl í einum setti. Nakrar góðar servur hava givið eina greiða føroyska leiðslu. Støðan í løtuni er 6-2 til Føroyar.

 

2 sett:

25-15 til Føroyar: Annað settið var sum eitt kopi av tí fyrsta settinum. Føroyar vunnu aftur 25-15. Fyrstu løtuna var tó lítið sum bendi á at føroyska liðið skuldi vinna settið so greitt. Nú er støðan 2-0 til Føroyar.

 

20-14 til Føroyar: Nú spælir føroyska liðið góðan flogbólt og er greitt omaná. Støðan nú er 20-14 til Føroyar.

 

16-13 til Føroyar: So er føroyska liðið á odda fyri fyrstu ferð í øðrum setti. Eins og í tí fyrsta settinum steðgaði liðið hjá Liktinstein, tá tær komu á 13 stig. Støðan í løtuni er 16-13 til Føroyar.

 

12-11 til Liktinstein: Tað líkist nógv tí fyrsta settinum í løtuni. Eftir eina greiða leiðslu til Liktinstein í byrjanini, byrjar tað føroyska liðið av álvara at nærkast. Í løtuni er bert tað eina stigið á muni millum liðini bæði.

 

10-5 til Liktinstein: Eins og í fyrsta settið er føroyska liðið byrja illa í settinum. Í løtuni er Liktinstein á odda 10-5.

 

1 sett:

25-15 til Føroyar: So er fyrsta settið liðugt, har føroysku kvinnurnar vunnu 25-15. Fyrstu løtuna bendi tó lítið á at settið skuldi enda 25-15. Men tá fyrst føroyska liðið kom í gongd, var eingin slingur í valsinum. 1-0 til Føroyar.

 

19-13 til Føroyar: Føroyska liðið hevur havt greitt momentum nú hesa seinastu løtuna, og hava vunnið ikki færri enn sjey bóltar upp í slag. Støðan er nú 19-13 til Føroyar, so tað líkist einari føroyskari leiðslu eftir fyrsta settið.

 

13-12 til Liktinstein: Tað gongur javnt fyri seg í fyrsta setti. Eftir at Likinstein fyrsta partin av settinum hevur verið omaná, hava føroysku kvinnurnar ment seg í seinastuni, og munurin er nú minkaður niður í eitt stig. So talan er um munandi javnari dyst í kvøld, enn hann var í gjárkvøldið móti Írlandi.

 

 

Føroyski hópurin:

1. Femja Fróðadóttir Mortensen

2. Birgit Guttesen

3. Anna Sára Leifsdóttir Skaalum

4. Urd Tormóðardóttir Traðará

5. Súsanna Ludvig

6. Sóley Poulsen

7. Guðrun Simona L. Joensen

8. Eina Stephania Kalsø 

9. Anja Sonnadóttir Danielsen

10. Ruth Albinsdóttir

11. Elisabeth Purkhús

12. Sofía Purkhús

13. Hanna Andriasdóttir Olsen

14. Eyð Guðrunsdóttir Mortensen