Føroyska manslandsliðið í flogbólti er úttikið. Liðið skal í døgunum 12.-16. mai spæla við í HM/EM undankappingini, sum verður í Luksemburg.
Liðið hevur havt fleiri venjingar um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist millum annað, at onkur fyrrverandi landsliðsleikari aftur er á liðnum eftir steðg í eina tíð.
Talan er um Rúna Weihe, sum fyrr hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum, men tá var tað meira sum álopsleikari. Rúni Weihe er nú úttikin sum libero til kappingina í mai. Hann spældi fleiri ár í fremstu deildini í Norra við BK-Tromsø.
Á landsliðnum eru eisini ársins blokkleikari, Suni Juul Pedersen úr SÍ og ársins stjørnuskot, Jóhan Arne Eliasson Wang úr Fleyr, umframt at ársins álopsleikari og ársins leikari, Trygvi Hansen (Ternan) er við á liðnum.
Endaliga úttøkan hjá landsliðsvenjaranum, Bárður B. Mikkelsen og hjálparvenjaranum, Ragnar í Haraldstovu Petersen, gjørdist henda:
Rasmus Mortensen Potts, diagonalur (Fleyr), Steffan Rosenlund Olsen, kantur (Mjølnir), Rúni Weihe, libero (ÍF), Jón Joensen, kantur (SÍ), Oskar í Haraldstovu Weihe, diagonal (SÍ), Niels Niclasen, hevari (Fleyr), Uni Jacobsen, kantur (Fleyr), Dávið Hentze, libero (Fleyr), Trygvi Hansen, kantur (Ternan), Suni Juul Pedersen, miðja (SÍ), Jóhan Arne Eliasson Wang, miðja (Fleyr), Kasper Lorenzen, miðja (SÍ), Bjarki Enni, kantur (Amager VK) og Thorvald Danielsen, hevari (Rander Novo).
Hini liðini í kappingin eru Luxemburg og Norðurírland. Kravið til liðið - um tað skal koma víðari til annað umfar - er eitt annað pláss í kappingini.