Flogbóltur: Føroyar taptu 3-0 fyri Ungarn eftir gott fyrsta sett

Silvurligan, kvinnur: Ungarn – Føroyar 3-0 (25-18, 25-8, 25-10)

Mynd: CEV.eu

Føroyska flogbóltslandsliðið spældi eitt fínt fyrsta sett ímóti sterka ungarska liðnum, men síðani gekk heldur striltið at fáa stig í hús í øðrum og triðja setti.


Støðan var javnleikur 9-9 í fyrsta sett, og Føroyar vóru eisini bara eitt stig aftanfyri við støðuna 14-15, tá Ungarn dró frá og vann 25-18.


Heilt øðrvísi gekk í øðrum setti, har Ungarn legði seg á odda 6-0, 9-1 og 14-2, áðrenn settið var vunnið 25-8.


Triðja sett var meinlíkt; við seks stigum á rað fór Ungarn frá 8-4 til 14-4, og við øðrum fimm á rað frá 15-7 til 20-7, áðrenn Ungarn tryggjaði sær settið 25-10 og dystin 3-0.


Sum í øllum hinum dystunum hjá Føroyum var Hanna Andriasdóttir Olsen aftur toppskorari í dag við seks stigum. Nicola Toftegaard fekk fimm og Sirið Hanusardóttir Samson fýra. Í dag vunnu Føroyar einki stig við blokkinum.


Føroyar hava nú bara ein dyst eftir í Silvurliguni. Hann er ímóti Finnlandi og verður spældur í høllini á Hálsi fríggjadagin 7. juni. Finnland hevur spælt tveir dystir og vunnið báðar: 3-0 Liksemborg og 3-1 á Portugal.

 

(Flogbóltssamband Føroya)

 

Mynd: CEV.eu