Flogfar lendi við punkteraðum dekki í Arlanda

Eftir at flogfarið varð farið á flog, segði flogskiparin, at hann fór at venda aftur, tí flogfarið hevði trupulleikar við hjólunum

Eitt Norwegian-flogfar noyddist í morgun at neyðlenda í Arlanda Floghavnini í Stokkhólmi við punkteraðum dekki.

 

Tað veit Aftonbladet at siga.

 

Tíðindaleiðarin hjá Norwegian, Eline Hyggen Skari, váttar, at talan var um eitt av teirra flogførum.

 

Sum skilst, er talan um eitt Boeing 737-flogfar.

 

- Vit hava havt ein tilburð við einum av okkara flogførum, sum fór úr Arlanda og skuldi til París, sigur hon.

 

Eftir at flogfarið varð farið á flog, segði flogskiparin, at hann fór at venda aftur, tí flogfarið hevði trupulleikar við hjólunum.

 

Sambært tíðindaleiðaranum lendi flogfarið trygt, og eingin í flogfarinum fekk nakað mein.

 

- Flogfarið stendur trygt á flogvøllinum og ferðafólkini, sum skuldu til París, sleppa í eitt annað flogfar, sigur hon.

 

Sambært Aftonbladet vórðu levdir av dekkinum funnar á flogvøllinum.

 

- Tað var flogskiparin sjálvur, sum segði seg vænta eina harða lending, men tíbetur gekk alt væl, veit Aftonbladet at siga.