Kanningar av líkunum frá vanlukkuni frá Air France-flogfarinum vísa, at flogfarið sprongdist ikki í luftini, sum summi hava gitt Sambært brasilsku myndugleikunum vísir hetta, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, tá tað franska flogfarið datt niður í havið á veg úr Brasil til Fraklands.
Niðurstøðan er tí, at flogfarið eftir øllum at døma datt niður orsakað av einum tekniskum breki.
Higartil hava skip og tyrlur funnið 50 lík á leiðini, har flogfarið datt niður um náttina tann 1. juni.
Ein franskur kavbátur leitar í løtuni niðri á 3.000 metra dýpi fyri at vita, um nakað tekin er at hoyra frá tí svarta kassanum úr flogfarinum. Kassin sendir tekin fjúrtan dagar afturat.