Øll flogferðsla til og úr Vágum er í løtuni uppsteðgað vegna veður Umfatandi seinkingar eru í flogferðsluni til og frá Vága Floghavn í løtuni. Eitt flogfar, ið skuldi koma klokkan 18.30 er útsett til í morgin, og til øll onnur flogfør seinni í kvøld verður meira kunning givin klokkan 19.00, skrivar heimasíðan hjá Atlantic Airways.
Harafturat er eitt flogfar, ið skuldi fara klokkan 17.30 avlýst og ferðafólkini eru umbókaði til annað flogfar, ið eftir ætlan fer avstað klokkan 07.30 í morgin.
Meira verður nokk at frætta um hetta seinni í kvøld, møguliga klokkan 19.00, tá meira kunning kemur á heimasíðuna hjá Atlantic Airways.