Flogferðslan er tryggari enn nakrantíð

2023 var árið við fæst deyðum í altjóða flogferðslu

Størsta flogvanlukkan í 2023 var í Nepal (Mynd: Prakash Mathema/Ritzau Scanpix)

Í 2023 vóru 50 óhapp fráboðað innan kommersiella flogferðslu kring heimin. Tvey av teimum vóru vanlukkur, sum kostaðu tilsamans 86 mannalív. Hetta er lægsta tal av deyðum í flogferðsluni nakrantíð.

 

Tað skrivar hollendski flogferðslustovnurin To70 í einari frágreiðing, sum blaðið Politiken endurgevur.

 

Hetta svarar til, at eitt óhapp er fyri hvørjar 15 milliónir flogferðir.

 

Í 2022 vóru 33 óhapp, og 178 fólk doyðu.

 

– Meira verður gjørt burtur úr trygd á øllum økjum, eisini tá ið tað kemur til útbúgving av flogskiparum, flogternum og øðrum starvsfólkum. Eftirlit við flogfeløgum og flogvøllum er eisini hert, sigur Hans Christian Stigaard, ráðgevi í flogtrygd, við Politiken.

 

Størsta flogvanlukkan í 2023 var í Nepal, har 72 fólk doyðu, tá ið eitt flogfar hjá Yeti Airlines datt niður. Hin flogvanlukkan var í Brasilia, har 14 fólk doyðu, tá ið eitt flogfar hjá Manaus Aerotaxi datt niður.

 

 

 

Størsta flogvanlukkan í 2023 var í Nepal (Mynd: Prakash Mathema/Ritzau Scanpix)