Mjørki er í Vágum í dag, og tað ávirkar eisini flúgvingina í stóran mun.
Flogfarið úr Kjøpinhavn klokkan sjey í gjárkvøldið varð avlýst og útsett til í dag.
Tað skuldi koma í Vágar klokkan 10 minuttir í 11, men lendir væntandi ikki fyrr enn 10 minuttir í hálvgum eitt.
Flogfarið úr London, sum skuldi koma í Vágar klokkan hálvgum eitt, kemur væntandi ikki fyrr enn klokkan seks.
Og flogfarið úr Kjøpinhavn klokkan fimm minuttir yvir tvey er tveir tímar seinkað, og kemur ikki fyrr enn klokkan fimm minuttir yvir fýra.
Eitt flogfar úr Billund skal koma klokkan fimm, men flogfarið úr Billund, ið skuldi koma klokkan fimm minuttir yvir fimm, kemur ikki fyrr enn klokkan fimm minuttir yvir hálvgum ellivu í kvøld.
Og flogfarið úr Reykjavík, sum skuldi verið í Vágum klokkan eitt korter til seks, kemur ikki fyrr enn klokkan 10 minuttir yvir 10 í kvøld.
Og at enda er tað flogfarið úr Kjøpinhavn í kvøld klokkan átta, sum er seinkað tveir tímar og stendur at lenda í Vágum klokkan 10 í kvøld.
Hjá Atlantsflogi heita tey á ferðafólk og onnur um at fylgja við flogferðsluni á heimasíðuni, atlantic.fo.