Europeisk flogferðsla kom í november upp á 77 prosent av tí, sum hon var í 2019, áðrenn koronusmittan órógvaði flogferðslu sum so mangt annað.
Eurocontrol, sum er europeiskur flogferðslustovnur, hevur gjørt seinastu tølini upp, og tey svara nøkunlunda til metingina, sum stovnurin hevði gjørt.
Nýggja omikron frábrigdið av koronu kann fara at ávirka flogferðsluna í desember. Eurocontrol sigur í sínari meeting, á flogferðslan í desember fer at koma upp á 82 prosent av tí, sum hon var í 2019. Hetta er ein sonevnd miðalmeting. Lægsta metingin sigur 68 prosent, og hægsta metingin sigur 90 prosent.
Í oktober var talið á ferðafólkum um flogvøllin í Vágum góð 90 prosent av talinum í 2019 – og tvífalt so stórt sum talið í 2020.