Flogskiparin gjørdist frá sær sjálvum

Eitt ferðamannaflogfar hjá amerikanska flogfelagnum JetBlue, sum var á veg úr New York til Las Vegas við 135 ferðafólkum, mátti broyta kós og seta seg á flogvøllin í Amarillo í Texas, tí at trupulleikar vóru við flogskiparanum.

Tann almenna frágreiðingin hjá JetBlue er, at flogskiparin gjørdist sjúkur, men ferðafólk, sum vóru í flogfarinum, hava greitt frá, at maðurin var frá sær sjálvum. Týska tíðindastovan DPA skrivar frá ferðafólki, at flogskiparin fór á vesi, og at hann eina góða løtu seinni kom veipandi og rópandi útaftur.

-Irak, al-Qaeda, yvirgangur, vit detta niður, rópti flogskiparin sambært vitnunum, til nøkur av ferðafólkunum tóku hann. Til allar lukku var ein annar flogskipari í flogfarinum, og hann setti flogfarið á vøllin í Amarillo í øllum góðum.

Løgreglan í Amarillo vil ikki siga nakað um hendingina, men váttar, at hon er í ferð við at kanna, hvat hendi umborð á flogfarinum hjá JetBlue.