Flogvanlukka kravt 88 mannalív

Eitt Boeing-ferðamannaflogfar er dottið niður í teimum russisku Uralfjøllunum. Øll doyðu Russisku myndugleikarnir siga, at 83 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi fimm, og tey fyrstu tíðindini siga, at øll hava latið lív.

21 útlendingar vóru í flogfarinum, men eingin danskur ríkisborgari. Millum útlendingarnar vóru fólk úr Týsklandi, Italia, USA, Sveis, Ukraina og øðrum londum.

Russiska flogfelagið Aeroflot átti flogfarið, sum datt niður rætt við býin Perm. Myndugleikarnir siga, at flogfarið datt niður á ta transsibirisku jarnbreytina, sum hevur fingið skaða.