Í Danmarks Riges Grundlov stendur einki um politiskar flokkar, tí tað eru teir einstøku valdu persónarnir, sum hava mandatini, tvs, sum hava fingið heimildina frá sínum veljarum at umboða teir á tingi. Men tinglimirnir eru kortini suverenir, tað vil siga, at teir einans eru bundnir av síni sannføring og ikki av nakrari forskrift frá sínum veljarum (§56). At grundlógin framvegis hevur tað sjónarmiðið, at tað eru einstaklingar, sum hava fingið álitið frá veljarunum, gongur eisini fram av §41, stk. 1, sum gevur einum og hvørjum limi í tinginum rætt til at leggja fram lógaruppskot og uppskot til samtyktar.
Kortini hevur gongdin verið tann, at hóast tinglimirnir í fyrstani í prinsippinum vóru leysir av flokkum, so eru teir í dag allir stillaðir upp á listar og eru valdir gjøgnum politiskar flokkar. Allir tinglimir síggja seg sjálvar og hinar tinglimirnar fyrst og fremst sum umboð fyri ein politiskan flokk, sum hevur eina politiska stevnuskrá. Tað kann ofta koma einum nývaldum óvart á, hvat tað í grundini ber í sær at verða valdur á ting fyri ein politiskan flokk og gerast limur í einum tingbólki. Tá verður ein við hvørt noyddur at boyggja seg at tí felags viljanum. Á tingi snýr tað seg nógv um at gera meirilutar, og harvið kemur ein út í politiskt stríð við umboð fyri aðrar flokkar. Men vanliga er samarbeiðið millum starvsfelagar rættiliga gott. Ein skilir og virðir í høvuðsheitum politisku sjónarmiðini hjá hinum, og vanliga verða óskrivaðar spælireglur virdar, t.d. at gjørdar avtalur verða hildnar.
Eitt eru tær politisku ósemjurnar við limir úr øðrum politiskum flokkum, men ofta eru teir størstu trupulleikarnir innanfloks, í egnu tingmanningini. Teir einstøku tinglimirnir skulu í samarbeiði við hini av manningini og ofta í kapping royna at gera vart við seg og koma sær fram, og tá kunnu neistar fúka.
Tað vanliga er, at tá ið ein tinglimur er valdur á ting, so er hann tað eina og aleina tí, at flokkurin hevur stillað hann upp á sín lista. Tí verður væntað av honum ella henni, at tey eru loyal móti tingbólkinum og vísa tað, ið kallað verður floksdisciplin. Tað sigur seg sjálvt, at fyri floksins arbeiði í tinginum hevur tað stóran týdning og eisini fyri trúvirðið úteftir, at tingmanningin stendur samd. Floksformaðurin má, serliga tá flokkurin er í samgongu, hava eina rímiliga vissu fyri, at hann hevur allan flokkin við sær, tá ið atkvøðast skal. Um ein tinglimur ikki heldur seg kunna tað, má hann í góðari tíð týðiliga siga frá tí á einum innanhýsis floksfundi og annars ikki gera málið til eitt evni fyri fjølmiðlarnar.
Samhald
Sambandsflokkurin hevur gjøgnum tíðirnar sett eina æru í, at flokkurin úteftir stendur samdur. Tað merkir ikki, at teir einstøku tinglimirnir altíð eru samdir um øll mál, men vanligt hevur verið, at ymisk sjónarmið og ymiskar áskoðanir til ávís mál hava verið umrødd út í æsir innanhýsis, inntil málið er avklárað soleiðis, at flokkurin er komin til eina felags støðu, t.v.s. at einstakir tinglimir í tingsalinum vanliga atkvøða saman við tingmanning floksins. Tað er helst eisini so, at tann eyðmjúka floksættarkenslan mundi vera sterkari fyrr, enn hon hevur verið nú í nýggjari tíð. Tí síggjast kanska fleiri ganga solo. Fyrr hugsaðu einstøk tingfólk í álvarsligum tvístøðum fyrst og fremst um flokkin, og lótu sær tí lynda at fylgja meirlutanum og tessvegna styrktu flokkin og soleiðis eftirsíðan heystaðu fruktirnar av einum prinsippføstum flokki.
Í dagsins politikki hava vit, sum standa uttanfyri, varhugan av, at teir tríggir leiðararnir fyri samgonguflokkarnar hava staðið yvir fyri einum sera ósamanhangandi hópi av samgongutingfólkum, harav nógv, sum eina meira og minni dulda dagsskrá, hava havt ynski um at røkja og verja ymisk seráhugamál. Hetta hevur óivað verið ein orsøkin til, at so lítið av yvirskipaðum tiltøkum eru komin ígjøgnum. Samgongan hevur jú ein rúman meiriluta aftan fyri seg. Hví duga teir tríggir samgonguleiðararnir ikki at fáa tropparnar at ganga í takt? Teir hava jú buktina og báðar endarnar í tinginum. Kunsturin er jú til eina og hvørja tíð, at hvør flokkur sær, við góðum ella við illum, fær sínar limir at taka undir við tí málinum, sum floksleiðararnir eru samdir um at fremja.
Eg skal ikki á nakran hátt bera í bøtuflaka fyri umstrídda atburðin hjá hvørki Magna Laksafoss ella Edmundi Joensen, men eg skilji væl teirra frustratiónir av, at so ørsýna lítið av framfýsnum úrslitum kemur á skaftið hjá hesi samgonguni, men eg hevði ynskt, at teir báðir við sínum eyðsýndu dygdum vóru inni á stríðsvøllinum og kempaðu fyri at røkka úrslitum. At standa uttan fyri politiska vígvøllin er tað reina teatur.
Tað er bæði syndarligt og mannminkandi fyri landsstýrið, at Rósa Samuelsen skal verða sett fram á uriaspostin at prógva, at samgongan meinar nakað við sínum sparipolitikki. Alt, sum hevur við almannamál at gera, er jú so sera kenslusamt, harfyri skal tað økið ikki vera friðað; men fyri at hava javnvág í, so bíða vit eftir einum inntrivi, sum eisini knokkroytir tey úti í øllum samfelagnum, sum liva í yvirflóð. Verður tað gjørt í sama lutfalli, so verða spardar meira enn tær fýra milliónirnar, sum pensiónistarnir verða noyddir at rinda aftrat.