Undirritaði og mong við mær, eru illa við av tí, sum løgtingsmaðurin og næstformaðurin hjá Tjóðveldinum, Tórbjørn Jacobsen, leggur navngivnar og ónavngivnar limir í Føroya Løgtingi undir.
Í blaðgreinini “Imperialismunar skutilssveinar” tveitir Tórbjørn Jacobsen um seg við orðum, sum minna um tað, ið var at hoyra í gøtunum í Týsklandi í 1930-unum. Fólk verða í nevndu grein skýrd landasvíkjarar, tí at tey ikki taka undir við stevnu Tjóðveldisins, ið sambært nevnda politikara er tann sterkasta megin.
Tað er tó at fegnast um, at Sjúrður Skaale, tingmaður í Tjóðveldinum, alment hevur greitt frá, at hann hevur eina aðra fatan enn Tórbjørn Jacobsen.
Tó eri eg bilsin um, at orðini hjá Tórbirni Jacobsen framvegis eru at finna á heimasíðuni hjá Tjóðveldinum. Heimasíðan HYPERLINK "http://www.tjodveldi.fo" www.tjodveldi.fo er nevniliga almenna heimasíðan hjá flokkinum og má tí metast at vera málgagn hjá flokkinum. Hetta merkir væl saktans, at Tjóðveldi stendur aftan fyri orðini og óhugnaliga hugburðin, tey umboða.
Tað hevði verið upp á sítt pláss, at formaðurin í Tjóðveldinum alment greiðir okkum frá, um Tjóðveldi sum flokkur stendur aftan fyri orðini hjá tingmanninum Tórbirni Jacobsen um, at tingfólk, ið hava eina aðra hugsan enn Tjóðveldi, eru landasvíkjarar.
Eftir míni hugsan má floksformaðurin taka greiða frástøðu frá tingmanninum og hansara óhugnaligu úttalilsum.
Tekur Tjóðveldi hinvegin ikki frástøðu frá hugburðinum, sum Tórbjørn Jacobsen alment í fjølmiðlunum og á heimasíðu Tjóðveldisins gevur til kennar í omanfyri nevndu grein, kann einasta niðurstøðan verða, at Tjóðveldi og formaður tess fult og heilt taka undir við Tórbirni Jacobsen, løgtingsmanni og næstformanni Tjóðveldisins.
??(Sitat)??Undirritaði og mong við mær, eru illa við av tí, sum Tórbjørn Jacobsen leggur navngivnar og ónavngivnar limir í Føroya Løgtingi undir