Floksleiðslan farin frá

Leiðslan í egyptiska stjórnarflokkinum NDP hevur lagt frá sær, og millum teir fráfarnu er sonur Hosni Mubarak, forseta, Gamal Mubarak. Sjónvarpið Al-Arabiya segði, at forsetin var eisini varin úr floksleiðsluni, men tað bleiv avsannað seinni.

Útlendskir eygleiðarar í Kairo halda, at stjórnarflokkurin hevur gjørt av at skifta leiðslu, tí tann gamla leiðslan var so tætt knýtt at forsetanum, at tað hevði verið eitt haft um beinini á flokkinum á forsetavalinum í september.

Ovastin fyri egyptiska herinum, kommandanturin Hassan al-Rawini, var á Tahrir-torginum í Kairo í dag og bað fólk fara til hús. Men hann fekk greitt at vita, at fólk ætla sær ikki til hús, fyrr enn Mubarak fer frá.