Bæði B36 og Florø hava kunngjørt, at Patrik Johannesen skiftir úr B36 til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Føroyski landsliðsáleyparin hevur gjørt ein tvey ára sáttmála.
Tað hevur verið samband millum partarnar í eina tíð, eftir at Patrik Johannesen var í Noreg og royndarvandi við millum annað Bryne og Florø. Partik Johannesen hevði sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár, og tí mátti Florø keypa tvøramannin leysan. Tað ljóðar, at prísurin liggur beint undir hundrað túsund krónur.
Les eisini: Patrik verður seldur
- Ja, eg skifti til Florø. Eg fari at royna meg sum fulltíðarfótbóltsspælara. Eg hevði eisini okkurt tilboð úr Íslandi, men nú fari eg til norskan fótbólt. Aldurin er eisini rættur til at fara, segði 22 ára gamli Patrik Johannesen fyrr í vikuni við in.fo.
Florø bleiv nummar átta av 16 í OBOS deildini í Noreg, sum er næstbesta deildin.