Samgongan, sum nú er í ferð við at verða skipað eftir løgtingsvalið týsdagin, tekur kreppuna við flóttafólkum í álvara.
Og tað ger hon við at umrøða flóttafólk í nýggja samgonguskjalinum, har tað verður staðfest, hvønn politikk, samgongan fer at føra á økinum.
Hetta staðfestir Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin á almennum fundi í Norðurlandahúsinum nú seinnapartin um flóttafólk.
Hetta varð eisini váttað av Gunvør Balle, sum umboðaði Tjóðveldi á fundinum. Hóast hon ikki stillaði upp á løgtingsvalinum, var hon kunnug við tað, sum stendur í nýggja samgonguskjalinum.
- Tað stendur í samgonguskjalinum, at tað er ein ábyrgd, vit hava, og tað er ein ábyrgd, vit skulu átaka okkum, sigur Gunvør Balle.
- Sostatt skal samgongan áseta sær nøkur heilt ítøkilig mál á økinum og tað er ógvuliga sannlíkt, at vit kunnu taka ímóti einum 10-20 flóttafólkum um eitt ár, ella so.
Rigmor Dam sigur, at tað er eitt stórt framstig, at málið er nevnt í samgonguskjalinum við einum politikki, sum vísir, at eisini føroyingar av álvara skulu taka ábyrgd á økinum.
Integratión er eisini umrødd í samgonguskjalinum, har tað verður staðfest, at størri dentur skal leggjast á tað økið.
Men hon sigur, at vit skulu fyrireika málini væl, áðrenn vit taka ímóti flóttafólkum. Samstundis verður neyðugt at kjølfesta flóttafólkaspurningin væl í fólkinum, tí óttin fyri tí femmanda er væl skiljandi.
Hinvegin vísir Rigmor Dam eisini á, at samgongan hava eisini tosað um at leggja eykajáttan fyri Løgtingið beinanvegin um at játta meiri pening í hjálp til kreppuraktu økini.
Sí myndir frá fundinum um flóttafólk í Norðurlandahúsinum niðanfyri.