Spurningurin um at taka ímóti flóttafólki og útlendingum í Føroyum, er ein ovurstór avbjóðing, bæði fíggjarliga, menniskjansliga og fyrisitingarliga. Tað ásannar Johan Dahl, landsstýrismaður. Hann er nettupp landsstýrismaður í útlendinga- og flóttafólkamálum og nú leggur eisini hann seg út í orðaskifti um flóttafólk í Føroyum.
Hann heldur at talan er um eitt álvarsmál, sum tað eigur at standa stór virðing um. - Hetta er alt ov álvarsligt til at verða misbrúkt til flokspolitisk endamál og til at verða fótatraðk í fjølmiðlum, heldur landsstýrismaðurin. Tí er tað umráðandi, at vit øll vanda okkum um orðini, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at tá ið talan er um útlendingamál, er talan um tríggjar bólkar, ið kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað eru útlendingar, ið hava fingið arbeiði í Føroyum, útlendingar, ið eru familjusameindir við føroyskan hjúnafelaga og flóttafólk, altso útlendingar, ið lúka treytirnar í ST- flóttafólkasáttmálanum.
- Felags fyri teir báðar fyrstu bólkarnar – tey við arbeiði og tey familjusamanførdu – er, at hesi fólk hava nakað at koma til í Føroyum.
Øðrvísi er við triðja bólkinum, ið eru flóttafólk, tí tey rýma vanliga undan politiskari, etniskari ella átrúnaðarligari forfylging, og tey hava onki at koma til. - Tey standa á berum og eru viðbrekin. Einki arbeiði er til teirra og neyvan kenna tey nakran í Føroyum, heldur.
- Tí eru flóttafólk eisini fullkomiliga bundin av tí, sum almennu myndugleikarnir í móttøkulandinum kunnu bjóða teimum, til tey kunnu venda aftur til heimlandið, ella tey fáa varandi loyvi at vera í Føroyum.
Ríkismyndugleikarnir siga, at teir vita ikki um, at flóttafólk er komið til Føroya, síðani Føroyar vórðu fevndar av ST- flóttafólkasáttmálanum í 1962.
- Í veruleikanum er talan um eina ovurstóra avbjóðing, skulu Føroyar taka móti flóttafólkum, so sum summi tala fyri í hesum døgum. - Eitt ómetaliga stórt apparat – ein rættilig flóttafólkatilbúgving – skal skipast, um flóttafólk í nakran serligan mun skulu kunna koma til Føroya at uppihalda sær í styttri ella longri tíð, sigur Johan Dahl.
- Eitt er, at tey hava grundleggjandi tørv á tryggleika, mati og klæðum. Men longu tá ið flóttafólk skulu hava tak yvir høvdið – hús, íbúðir e.l. – koma fyrstu trupulleikarnir. Hvar og hvussu skulu tey hýsast?
Flest øll flóttafólk hava tørv á samansettari viðgerð, tá ið tey eru komin til landið. Tey hava verið fyri sálarløstandi upplivingum, hetta er ein treyt fyri at verða viðurkend sum flóttafólk. Ofta hava tey eisini verið fyri skipaðari og áhaldandi píning. Ofta hava tey eisini ymiskar sjúkur, ið ikki eru vanligar um okkara leiðir.
Afturat hesum kemur t.d. øll integratiónin av flóttafólkunum. Tey skulu, so ella so, fáast at virka í samfelagnum, so leingi tey eru í landinum. Hetta, at fáa útlendingar, helst við fremmandamálum og við djúpum sárum í sálini út í samfelagið at vera saman við íbúgvum landsins, er ein nógv størri avbjóðing, enn fólk flest munnu geva sær far um.
Harafturat koma so tær fyrisitingarligu avbjóðingarnar, sum eru ómetaliga orkukrevjandi.
Serliga umfatandi er tað at viðgera umsóknir um friðskjól.
Hvussu nógv tað kostar, veldst um, hvussu nógv fólk talan verður um,
- Tó eigur ongin at ivast í, at talan kann gerast um stórar milliónaupphæddir í útreiðslum.
- Føroyar eru, sum er, ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki, staðfestir Johan Dahl.
- Bert hetta, at ongin flóttafólkatilbúgving eksisterar í Føroyum – og at ongir pengar eru til hesa uppgávuna – ger tað ógjørligt at taka móti flóttafólkum í nakran serligan mun og tali.
- Hóast hetta, so er mín hugsan, at Føroyar eiga at hjálpa á flóttafólkaøkinum í tann mun, tað letur seg gera.
Kjakið seinastu dagarnar hevur fyrst og fremst snúð seg um, hvørt vit skulu taka ímóti flóttafólkum ella ikki.
Tær fáu loysnir, sum hava verið skotnar upp í seinastuni, hava millum annað snúð seg um at hækka játtanina til menningarhjálp og at hjálpa flóttafólkum í nærumhvørvinum.
Trýst HER fyri at lesa, hvat Johan Dahl heldur um flóttafólkaspurningin
Johan Dahl sigur, at hann fer at koma við einum útspæli á økinum
- Í løtuni verða ymsir møguleikar umhugsaðir og vendir, sigur hann. Men hann sigur ikki hvørjar møguleikar, hann hugsar um.
- Eg havi nakrar tankar um gongdar leiðir, har tikið verður atlit til føroysk viðurskifti, sigur hann og teir fer hann at almannakunngera í næstum, sigur hann.
|