Flugan í høvdinum á Chr. Andreasen

Nú vita vit eitt: Kemur Fólkaflokkurin á danating, fer hann absolutt einki at gera

Fyri trimum árum síðani skipaði eg fyri eini ráðstevnu um hvørsmansrætt.

 

Henda ráðstevna fekk álvarsamar avleiðingar fyri Christian Andreasen, tí hon fór inn í høvdið á honum sum ein fluga, sum hevur surrað har líka síðani.

 

Christian er blivin fullkomiliga í ørviti av hesi fluguni. Hann hevur júkað um ráðstevnuna líka síðani. Og sagt ting um hana alment, sum hava verið lygnir oman á lygnir.

 

Í fyrradagin var feilurin, at hon lá ov tætt upp undir fólkatingsvalið í ’19.

 

Tá hann so fær at vita, at tað var skeivt, broytir hann í gjárkvøldið vinkul, og sigur, at hon lá ov tætt upp undir løgtingsvalið í ‘19.

 

Og so snýr tað seg um eitt yvirtikið málsøki. Og teimum skal mann sum fólkatingslimur halda seg frá. (Hóast spurningurin um hvørsmansrætt (gongd í haga) bestemt ikki er serføroyskur).

 

Nú koplar hann so ráðstevnuna í ’19 saman við nýggju lýsingin av fosturtøku. Hetta er eisini yvirtikið, og hevur einki við fólkatingi at gera, sigur hann. (Hóast fosturtøkumálið í denn grad hevur nakað við Danmark og fólkatingið at gera).

 

 

 

Prinsippini

 

Tað, sum er áhugavert, eru prinsippini hjá Christiani:

 

Mann skal ikki røra við mál, sum eru yvirtikin – hóast tey bæði kunnu bera lutvíst donsk og international.

 

Men skal, sambært Fólkaflokkinum, heldur ikki blanda seg uppí donsk mál.

 

Og mann skal einki gera, sum liggur ov tætt við eitt fólkatingsval – ella eitt løgtingsval.

 

Altso: Ikki danskt. Ikki føroyskt. Ikki bæði danskt og føroyskt. Ikki internationalt. Og ikki ov tætt við val.

 

Tað er ein máti hjá Christiani at halda hetta, um hann verður valdur á fólkating:

 

Hann skal einki gera.