Flutningurin av feskum flaki

Alt, sum er komið fram, hevur ikki verið heilt beint, sigur Árni Joensen í eini viðmerking

Teir seinastu dagarnar hevur »Sosialurin« fleiri ferðir nomið við flutningin av ísfiski seinasta vikuskifti.

Av tí at ikki alt, sum er komið fram, hevur verið heilt beint ella havt hald í veruleikanum, vilja vit við hesum greiða frá tí, sum veruliga hendi, tá »Blikur« fekk maskinskaða.


Eftirlit

»Blikur« hevur verið til regluligt eftirlit á Skipasmiðjuni á Skála.

Tá skipið var klárt at fara úr dokkini, varnaðust menn eitt brek við umstýringini. Flogfar varð leigað úr Noregi við eykalutum, men tíðliga fríggjamorgunin 3. apríl varð ásannað, at óvissan um, nær skipið kundi koma í sigling, var so stór, at alternativar loysnir máttu finnast.


Alternativ

Tær alternativu loysnir, ið kundu hugsast, vóru:


1)leiga »Smyril«,

2)leiga eitt frystiskip, ið var á veg til Íslands,

3)leiga pláss á »Norrønu«

4)leiga pláss á einum skipi hjá tí íslendska reiðarínum Samskip.


Okkara meting var, at »Smyril« var tann besta loysnin. Ætlanin var at fáa »Smyril« avstað fríggjadag 3. apríl á middegi. Men tað bar ikki til.

Endaliga úrslitið var, at avtala varð gjørd við Strandfaraskip Landsins fríggjadagin 3. apríl kl. 16.00 um, at »Smyril« skuldi setast inn á Skotlandsrutuna eftir fríggjadagstúrin til Suðuroyar.

»Smyril« hevði jú sínar skyldur at røkja og kundi tí ikki vera aftur á Havnini fyrr enn leygarmorgunin 4. apríl.

»Smyril« fór so av Tvøroyri til Scrabster leygardagin 4. apríl kl. 16.00.

Hóast fráfaringartíðin sostatt var umleið hálvtannað samdøgur seinni enn eftir ferðaætlanini, var fiskurin kortini frammi hjá keyparunum eitt samdøgur seinkaður.


Samskifti

Útflytararnir fingu eitt skriv hósdagin 2. apríl við boðum um, at seinkingar fóru at verða í fráferðini.

Allan fríggjadagin 3. apríl ringdu útflytarar, sum høvdu fisk við hetta vikuskiftið, til Skipafelagið Føroyar og fingu upplýsingar um tey alternativini, vit arbeiddu við, og, at vit helst vildu hava »Smyril«, tí so var størst vissa fyri, at fløk kundu vera frammi í Bremerhaven týsmorgunin 7. apríl. Og tað vóru tey eisini. (At ein bilur var fimm tímar afturat seinkaður, komst av einum óhappi í undirsjóvartunlinum millum Ongland og Frakland).

Fyrra partin mánadagin 6. apríl fingu útflytararnir eitt skriv um, nær fiskurin kundi vera frammi hjá keyparunum.

Út frá teimum samtalum, vit høvdu við móttakarar í Bremerhaven, skiltu vit, at teir vóru vitandi um støðuna. Mánamorgunin 6. apríl fingu teir eitt fax um, nær bilarnir vórðu frammi.


Skotlandsrutan gongur væl

Tað, sum hevur verið ført fram um seinkingar yvirhøvur, óskil og hvørt av sínum á Skotlandsrutuni, er tikið úr leysari luft.

Rutan hevur gingið væl uttan stórvegis seinkingar. Og bilarnir hava verið frammi hjá keyparunum rættstundis.


Skipafelagið Føroyar

Árni Joensen