Mynd: Arktisk Kommando

Fluttu sjúkling av amerikanskum kavbáti á sjúkrahús

Arktisk Kommando sigur, at kavbáturin var staddur í grønlendskum sjógvi, einari sjey fjórðingar úr Nuuk, tá tey fingu boðini

Mynd: Arktisk Kommando

Arktisk Kommando í Grønlandi veit at siga, at tey í gjár høvdu eina eitt sindur øðrvísi uppgávu. 

 

Tað var ein av manningini á einum amerikanskum kavbáti, sum hevði brúk fyri bráðfeingis læknahjálp.

 

Sjóverjuskipið Vædderen sendi eina Seahawk-tyrlu avstað, sum síðan flutti sjúklingin av kávbátinum og á sjúkrahúsið í Nuuk.

 

Arktisk Kommando sigur, at kavbáturin var staddur í grønlendskum sjógvi, einari sjey fjórðingar úr Nuuk, tá tey fingu boðini.

 

Hetta veit grønlendska kringvarpið - KNR - at siga.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Arktisk Kommando