Fluttur frá mikrofonini

-Tá ein útvarpsmaður nýtir sín demokratiska rætt til at stilla upp til eitthvørt val, so verður hesin ikki nýttur til útvarpsarbeiði, sigur Jógvan Jespersen. Heldur ikki í SVF sleppa starvsfólk, ið stilla upp, framat á skíggjanum sum annað enn valevni, men í øðrum sambondum verður mett um í hvørjum einstakum føri, sigur Mikkjal Helmsdal

 

Fólkatingsval

 

Upp undir val spæla fjølmiðlarnir ein rættiliga stóran leiklut. Almennu fjølmiðlarnir, t.e. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eru umfataði í lógini um kringvarp, sum ásetir hvat SVF, Útvarp Føroya eins og aðrar útvarpsrásir kunnu ella ikki kunnu gera viðvíkjandi sínari senditíð og sendingum. Lógin um kringvarp ástur útvarpsrásum ikki at gera lýsingararbeiði við politiskum ella átrúnaðarligum áhugamálum. Almennu miðlarnir fáa ávíkavíst útvarps- og sjónvarpsgjald, sum eisini ávirkar treytirnar fyri virksemið hjá teimum.

 

At føroyska samfelagið er rættiliga lítið mugu allir fjølmiðlar sanna viðhvørt, og hetta merkir millum annað, at fólk, sum møguleiki hevur verið at sett sín kross við til okkurt val, trína fram á skíggjanum ella hoyrast í útvarpi.

 

Bæði Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya hava ásetingar viðvíkjandi at starvsfólk á stovnunum stilla upp til politisk val.

 

Jógvan Jespersen, stjóri fyri Útvarp Føroya, sigur, at teir hava greiðan politikk á økinum.

 

-Um eitt starvsfólk í Útvarpi Føroya velur at stilla upp til eitt politiskt val, fær hetta tær fylgjur, at starvsfólkið ikki luttekur í vanligum útvarpsarbeiði, t.e. tað kemur ikki framat mikrofonini og verður heldur ikki nevnt í sendingum, sigur Jógvan Jespersen. Starvsfólk í Útvarpi Føroya, ið velja at stilla upp, kunna luttaka í sendingum hjá sínum flokkum, sum hesir fáa ásett, eins og í valsendingum annars.

 

Til hetta fólkatingsvalið er Jógvan Arge, programmleiðari í Útvarpi Føroya, uppstillaður, og hann hevur eisini verið framat í valsendingini hjá sínum flokki. Til hetta sigur Jógvan Jespersen, at tað er demokratiski rætturin hjá einum og hvørjum at stilla upp eitt val, og hetta kann mann gera sær sínar tankar um, men so leingi valstríðið heldur á, so vil Jógvan Jespersen ikki siga nakað meira um hetta er óheppið ella ikki.

 

Stjórin fyri Sjónvarp Føroya, Mikkjal Helmsdal, sigur, at teir í hesum sambandi hava ta siðvenju, at eru starvsfólk uppstillaði, so koma tey ikki á skíggjan í øðrum enn teimum sendingum, har tey luttaka sum valevni. Hann sigur tó, at tað í hvørjum einstøkum føri verður mett um, hvørt tað er rætt at nevna ella hava eitthvørt valevni við í einari sending.

 

Sjónvarp Føroya hevur fleiri starvsfólk, sum annað hvørt hava verið ella eru politisk aktiv, og hetta kemur í síðsta enda til, um mann kann líta á professjonellalismuna hjá starvsfólkunum, sigur Mikkjal Helmsdal.

 

Einki starvsfólk í Sjónvarpi Føroya er uppstillað til fólkatingsvalið 20. november.