Flyta almenn arbeiðspláss til Havnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan flytir nú aliumsitingina úr Vági til Havnar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið avgerð um at flyta aliumsitingina úr Vági til Havnar.

 

Tað boðar stovnurin frá.

 

Aliumsitingin hevur ligið í Vági síðani 2010, men Bárður Enni, stjóri a´Heilsufrøðiligu sigur, at umsitingin verður lættari og meira effektiv um hon liggur í Havn. Í havn eru eisini allir teir stovnar, sum aliumsitingin skal samskifta við, skrivar hann.

 

Starvsfólkini í Vági hava fingið tilboð um at flyta við til Havnar.

 

Flytidagurin er settur til 1.februar 2016.