? Flyta fisk úr Skotlandi til Klaksvíkar at arbeiða

Kósavirkið hevur keypt 52 tons av upsa á uppboði í Skotlandi og ført hann til Klaksvíkar at arbeiða. ? Tað er ikki óhugsandi, at upsi, sum føroysk avreiða í Skotlandi, verður førdur aftur til Føroyar at arbeiða

? Fyribils sær hetta heilt gott út.

Soleiðis ljóðaði metingin hjá Johan Páll Joensen, stjóra á Kósavirkinum beint fyri miðdag í gjár...

Klaksvíkingar hava aftur gingið nýggjar leiðir í føroyskari fiskivinnu.

Og á miðdegi í gjár sá fyribils út til, at henda nýggja royndin hevur hepnast so mikið væl, at tað kann verða eitt gott ískoyti hjá Kósavirkinum framyvir.

Eisini hjá arbeiðsfólkinum kemur hetta væl við. Bara henda fyrsta royndin útvegaði 80 fólkum arbeiði í hálvan annan dag.


Tann øvugta verð

Føroyingar hava leingi ilskast inn á allan tann óvirkaða fiskin, sum fer av landinum.

Men Kósavirkið hevur nú víst, at tað kann eisini ganga hinvegin og at tann einvegis ferðslan úr Føroyum við óvirkaðum fiski kann broytast.

Kósavirkið hevur nevniliga keypt eina last av óvirkaðum fiski á uppboði í Skotlandi, og hevur ført hann til Klaksvíkar at arbeiða á flakavirkinum.

Talan er um góð 52 tons av upsa, sum eru keypt á uppboði í Aberdeen, í Peter Head og Scrabster.

Hetta er fingið í lag í samstarvið við Símun Gullaksen í Klaksvík, sum hevur Calder Fishselling Co, og sum flytir nógvan fisk av landinum á egnum kjøli, farmaskipinum North Star.

? Okkara trupulleiki er, at tað er dýrt at lata skipi sigla tómt heimaftur úr Skotlandi og fyri at fáa betri rakstur í skipi, hava vit roynt at funnið útvegir fyri at fáa farm at flyta til Føroyar eisini, sigur Símun Gullakesen.

Saman við leiðsluni á Kósavikinum birtist so hugskotið at kanna møguleikarnar fyri at keypa fisk á uppboði í Skotlandi og føra hann til Klæaksvíkar at arbeiða.

Tað endaði so við, at góð- 52 tons eru keypt og vórðu førd til Klaksvíkar.

North Star kom til Klaksvíkar á Midnátt sunnukvøldið og farið varð beinanvegin at landa.

Og Mánamorgunin fóru eini 80 fólk undir at arbeiða fiskin undan.

Tað tekur hálvan annan dag at arbeiða fiskin undan og tey verða liðug um miðdagsleiti í dag. Talan er um tvær støddir, miðalstórur og smáur upsi.

Tá ið vit tosaðu við stjóran á Kósini, Johan Páll Joensen á miðdegi í gjár, høvdu teir arbeitt eitt sindur av tí miðalstóra upsanum.

? Fiskurin er heilt góður og arbeiðið gongur væl, staðfesti hann stutt.

Men hann var meiri spentur uppá, hvussu fór at verða, tá ið teir fóru undir smáupsan, og hann helt, at hóast fyribils metingin var góð, ber ikki til at fáa eina samlaða mynd av, hvussu arbeiði gongur, fyrrenn tann smái upsin er arbeiddur.

? Men fyribils sær tað út, at arbeiði gongur gott, sigur hann

Upsin verður fyri tað mesta skorið og fryst í blokk. Stjórin á Kósavirkinum sigur, at fiskurin er ikki nóg góður til at gera nakað annað burturúr.

Johan Páll Joensen vil ikki siga, hvat upsin er keyptur fyri.

Men hann var bíligari at keypa á uppboðnum, enn vit høvdu fingið hann fyri frá føroyskum skipum, sigur hann. Men afturat tí kemur so farmagjøld o.a.

Av tí, at hetta er so nýtt, hevur hann ikki fult yvirlit yvir útreiðslurnar, sum standast av hesum. So akkurátt, hvussu fíggjarliga úrslitið verður, veit hann ikki enn, umenn tað sær gott út fyribils.


Er ein møguleika

Johan Páll Joensen sigur, at hetta er tann fyrsta royndin teir gera við hesum.

Úrslitið av hesi royndini verður so avgerandi fyri, um hetta er ein táttur, Kósavirkið tekur uppaftur.

Sjálvur dylir Johan Páll Joensen ikki fyri, at hann sær møguleikar í hesum.

? Men í løtuni vita vit ikki, hvat tað endar við

? Men leggur tað nakað eftir seg til virkið, ivast hann ikki í, at hesin møguleikin fer at verða brúktur meiri. Og gongur tað væl, kann tað eisini fáa ein ávísan týdning fyri Kósavirkið


Vánaligur Prísur

Johan Páll Joensen sigur, at

bretar gera lítið burturúr upsa og tí gongur hann í vánaligum prísi. Prísurin er so vánaligur, at onki føroyskt skip, sum avreiðir upsa í Skotlandi, er nøgt við hann.

Hann verður bara avreiddur í Skotlandi, tí skipini hava eitt sindur av upsa uppií, tá ið tey sigla niður við ørðum fiski.

? Av tí, at hann er so bíligur, hava vit hugsað, at tað ber kanska til at keypa hann higar at arbeiða, sigur Johan Páll Joensen.

? Tí er tað slett ikki óhugsandi, at tann upsi, føroysk skip hava í lastini, tá ið tey avreiða í Skotlandi, verður fluttur aftur til Føroyar at arbeiða.

Hinvegin er ikki sannlíkt, at tað loysir seg at føra tosk, ella annan fisk, higar at arbeiða.


Verður ikki álitið

Símun Gullaksen heldur, at tað kann blíva eitt gott ískoyti hjá føroyskum virkjum at keypa upsa úr Skotlandi at arbeiða.

? Nakað álit verður tað ikki hjá virkjunum, men tað kann blíva eitt gott ískoyti.

Hann sigur, at bretar eru so veikir í upsanum, at prísurin er so lágur, at føroysk virki verða kappingarfør.

Av tí, at bretar gera so lítið burturúr upsanum ber til tíðir yil at fáa fitt av upsa fyri so rímiligan prís, at tað skuldi loyst seg at flutt hann til Føroyar at arbeiða. Men hvussu nógv talan kann verða um, veit hann ikki, hóast hann ivast í, um tlana kann verða um tær heilt stóru nøgdirnar.

Hann afturvísir heldur ikki, at tað ikki onkuntíð skal loysa seg at keypa fisk aðrastaðni t.d. úr Týsklandi.? Men í øllum førum krevst, at tú er kunnugur við marknaðin, og fylgir gongdini gjølla, sigur Símun Gullaksen