Illveður er í Stavanger í Noregi, og hetta hevur ført til ymiskar avbjóðingar, bæði fyri borgarar í býnum og bjargingarfólk.
Tað regnar illa, og vatnstøðan við bryggjuna er høg. Tí er Vågen í Stavanger stongd fyri allari ferðslu.
Dagbladet skrivar, at vatnstøðan nú er so høg, at løgreglan er í ferð við at flyta fólk úr matstovum niðri í miðbýnum.
- Vit eru í holt við at flyta fólk burtur, og Vågen er stongd fyri allari ferðslu, sigur átaksleiðarin, Brit Randulff, við Dagbladet klokkan 21.55 norska tíð í kvøld.
Hon sigur seg vóna, at fólk halda seg burtur frá bryggjukantinum. - Fólk ganga fram við kantinum, og hetta kann vera vandamikið, nú aldurnar eru so stórar, sigur átaksleiðarin.
Tað er serliga tann eini av bátunum í havnini, sum elvir til órógv. Báturin liggur við fiskatorgið, og hann kann slíta endarnar og enda uppi á landi - til skaða fyri bæði bygningar og fólk.
- Tað er í løtuni báturin, sum fyllir mest. Hann hevur fingið stórar skaðar. Vit stúra fyri, at hann kann slíta og enda inni móti bryggjuni, har ymiskt virksemi er.
Átaksleiðarin, Brit Randulff, sigur við Dagbladet, at boð eru send eftir eigaranum av bátinum.