Flyta fólk burtur vegna brennandi oljuterminal á Krim

Ukraina segði mánadagin, at tey hava lopið á ein oljuterminal. Í dag vórðu yvir 1.000 fólk flutt burtur á Krim.

Mynd tikin úr koyrandi akfari vísir eld á einum oljuterminali á Krim í gjár. - Mynd: Sosialir miðlar/Reuters

Yvir 1.000 borgarar eru týsdagin fluttir burtur orsakað av eldsbruna í einum oljuterminali á hálvoynni Krim, sum er lagt undir Russland.

Hetta boða myndugleikarnir á staðnum frá.

Ukraina segði mánadagin, at tað hevði "eydnast" at lopið á russiska oljuverkið í býnum Feodosija.

Síðani upplýstu russisku myndugleikarnir, at eldur var í oljuterminalinum í býnum, har umleið 70.000 fólk búgva.

Eingin er deyður ella hevur fingið skaða verður sagt.

Men ein størri burturflyting er sett í verk.

- Fyri trygdina hjá fólki, sum búgva nærhendis neyðstøðuni, eru 1.047 fólk fyribils flutt burtur til tryggari stað, sigur russiskt útnevndi borgarstjórin í Feodosija, Igor Tkatjenko.

Russland hevur ikki sagt, at álop var á terminalin.

Í 2014 varð Krim lagt undir Russland við valdi og eftir eina sera umstrídda fólkaatkvøðu, sum nógv lond meta vera ógyldug.

Hálvoyggin hevur verið mark fyri eini langari røð av ukrainskum álopum síðani Russland álopið á Ukraina í februar 2022.

Mánadagin førdi eldurin á oljuterminalinum til, at vegir og jarnbreytir vórðu stongdar, men sambært russiskum trygdarmyndugleikum var einki hækkað luftdálkingarstig.

Eldurin breiddi seg yvir eitt øki ”upp til 2.500 fermetrar”, sigur ein kelda í bjargingartænastuni við russisku tíðindastovuna Ria Novosti í dag.

- Feodosija-terminalurin er tann størsti á Krim, tá tað snýr seg um umskiping av oljuvørum, og hann er millum annað brúktur til at hjálpa russiska hersetingarherinum, stendur í fráboðan frá herinum í Ukraina.

Herurin í Ukraina sigur, at hann fer at halda fram við slíkum álopum. Ukraina hevur sagt, at tað bara er hevndargerð fyri russisk álop á ukrainsku orkuveitingarnar.

 

Ritzau/AFP

 

Mynd tikin úr koyrandi akfari vísir eld á einum oljuterminali á Krim í gjár. - Mynd: Sosialir miðlar/Reuters