Heimamissiónin: Síðani leguhúsið í Nesvík varð tikið í nýtslu hevur Heimamissiónin havt síni ársmøti á hesum staði. Men tá ársmøtið verður aftur í apríl mánaði, verður tað ístaðin hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
– Í fleiri ár hava vit havt Ársmøtið í leguhúsinum, men tað hevur verið sera trongligt, serliga í samband við kvøldmøtini, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari við mission.fo.
Við at fara í ítróttarhøllina í Havn fær ein heilt aðrar møguleikar og pláss fyri munandi fleiri fólkum.
Evnið fyri Ársmøtið, sum verður í døgunum 4. til 6. apríl verður “Hann gav alt”.