Flyta tey ringastu úr Vollsmose

Teir donsku myndugleikarnir ætla sær at taka neyðug stig til tess at fáa frið í Odemnse-býarpartinum Vollsmose. Seinasta vikuskiftið var rok har, og tað endaði við, at millum 60 og 70 ungir menn herjaðu skaðastovuna á universitetssjúkrahúsinum í Odense.

Fyrrapartin vóru Morten Bødskov, løgmálaráðharri og tveir aðrir ráðharrar í Odense og tosaðu við borgarstjóran, Anker Boye, og løgregluna á Fyn um støðuna, og hvat gerast skal.

Á einum tíðindafundi aftaná segði Morten Bødskov, at nú skulu neyðug stig takast, og at í hesum viðfangi skulu fimm ella seks familjur flytast úr býarpartinum.

-Ein hørð kjarna skal ikki oyðileggja ein heilan býling, segði ráðharrin, og borgarstjórin tók undir við honum.

-Vit skulu hava tær kriminellu familjurnar út haðani, segði Anker Boye. Hann legði afturat, at kommunan fer at brúka øll amboð ímóti teimum ringastu kriminellu.

-Vit fara at trýsta tey fíggjarliga, vit fara at krevja útbúgving, og vit fara at brúka Al Capone-framferð. Vit skulu jagastra tey dag og nátt, segði Odense-borgarstjórin á tíðindafundinum.