Tríggir dystir verða leiktir í Betrideildini hjá monnum í kvøld. FM1 sigur frá tveimum av dystunum.
Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge siga frá dystunum millum Víking og Suðringar í Sarpugerði í Norðragøtu, ið byrjar klokkan 17.30, og dystinum millum AB og NSÍ úti í Vika á Argjum, ið byrjar klokkan 18.
Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen, og hann fer at fylgja við gongdini í dystinum millum EB/Streym og Skála í Hólmanum á Eiði. Tann dysturin byrjar klokkan 19.
Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum dystunum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo seinni í kvøld.