FM í amboðsfimleiki

Fimleikur: Árliga FM kappingin í amboðsfimleiki verður um vikuskiftið

Leygardagin 24. apríl og sunnudagin 25. apríl verður árliga FM kappingin í amboðsfimleiki í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er ein einstaklingakapping fyri gentur og dreingir, og kappingin verður skipað soleiðis, at tveir teir yngru bólkarnir kappast leygardag, meðan teir eldru kappast sunnudag. Byrjað verður báðar dagar kl. 16.00 og tey luttakandi feløgini eru Støkk, HF og Ljósið.

Ein broyting er í ár í elsta bólkinum fyri kvinnur, har teir internationalu FIG reglarnir verða nýttir. Higartil hevur verið koyrt eftir norskum reglum í Føroyum, men FIG reglarnir verða nýttir í kappingum uttanlands, og tískil eru hesir reglar betri at ganga eftir, um føroyskur fimleikur skal gera seg galdandi á t.d. oyggjaleikunum.

Ætlanin er at øll kappingin í næsta ár skal skipast eftir hesum reglum, men teir verða so royndarkoyrdir við kvinnum í ár. Fimleikaoyggjaleikir verða á Ynys Mon í summar, og FM verður tískil ein vegleiðandi kapping fyri at velja tey út, sum skulu til oyggjaleikir. Helgi W. Olsen úr HF kemur heim at kappast úr Danmark, men so frægir fimleikarar sum Høgni Øster (HF) og Marit Magnussen (Støkk), ið vunnu ávíkavist silvur og bronsu á seinastu oyggjaleikunum hava ikki møguleika at koma heim úr Danmark, har tey bæði eru í fimleikaørindum. Tey verða tó væntandi við á oyggjaleikunum í summar.