FM í biljard um vikuskiftið

Fríggjadagin og leygardagin verður FM í biljard í Havnar Klubba. Átta spælarar hava leikt seg fram til finaluna. Favorittar eru Kristan Suni Høgnesen og Max Rasmussen

Um vikuskiftið verður gjørt av, hvør er Føroya stinnasti biljard spælari. Tá fara átta mans at kappast í Havnar Klubba um FM-heitið.
Eftir innleiðandi umfarið hava sjey spælarar spælt seg í finaluna, meðan føroyameistarin frá í fjør fer beinleiðis í finaluna.
Meistarin frá í fjør, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, fer sostatt beinleiðis í finaluna. Hann er eisini ein av favorittunum til at endurvinna FM.
Kappingin fer at bakkastokki fríggjadagin klokkan 15 í Havnar Klubba. Tá verður spælt í tveimum bólkum við fýra spælarum í hvørjum.

Tveir bólkar
Í fyrra bólkinum eru Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, Sonhard Johannessen úr Klaksvíkar Klubba, Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba og Njál R. Petersen úr Biljardfelag Fuglafjarðar.
Í seinna bólkinum eru Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba, Jan Müller úr Mimir, Bjarni Skaalum úr Havnar Klubba og Óli S. Joensen úr Tvøroyrar Biljardfelag.
Allir spæla ímóti øllum í hvørjum bólki, og tveir teir fremstu fara víðari í hálvfinalurnar, sum verða spælar leygarmorgunin.
Fyrireikararnir halda, at kappingin fer at standa millum Max Rasmussen og Kristian Suna Høgnesen, meðan Jan Müller verður mettur sum ein "outsidari", sum kann gera seg galdandi.