FM er á stokkinum hjá Fípudreingjunum

5-mannafør dreingir 17 – 18 ár: Sigurin á fjarðastevnu ber við sær, at tað eru níggju stig aftur til næsta avbjóðaran hjá klaksvíksdreingjum

17 – 18 ára gomlu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru vunnu á fjarðastevnu á Skála, har tað er av fagrasta veðri, og har tað er dýrd í sjónum og harvið av bestu líkindum at kapprógva.

 

Sílið hevur fleiri av undanfarnu ferðunum verið størsta avbjóðarunum hjá klaksvíksdreingjum, sum higartil hava vunnið allar róðrarnar.

 

Soleiðis var tað eisini í dag. Eina góða løtu vóru bæði Drekin og Sílið hjá Havnar Róðrarfelag avbjóðarar. So misti Drekin eitt sindur, og í kappingini millum Sílið og Fípuna Føgru var tað soleiðis, at tøkini hjá klaksvíkingum vóru eitt vet dyggari, og tá ið bátarnir fóru um málið var Fípan Fagra meiri enn tvey sekund ella tað mesta av einari bátslongd undan Sílinum.

 

Í FM kappingini er Fípan Fagra undan tveimum teimum seinastu róðrunum níggju stig undan Drekanum, sum er tvey stig frammanfyri Sílið.

 

##med2##