Víkinga legan er brynjað til FM fagnaðin, men hann verður av ongum ídag. Tað verður ikki fyrrenn leygardagin, at Víkingur verður meistari.
Teoretiski møguleikin fyri, at FM heitið skal gleppa hjá Víkingi er, at KÍ tekur FM heitið frá grannunum.
Í dag tapti Víkingur í Runavík 2-1 ímóti NSÍ. Sigursmálið skoraði Árni Frederiksberg við máli, sum er greiður kandidatur til ársins mál. Úr 25 metrum smekkaði hann bóltin upp í málkrókin.
-Vit høvdu møguleikar at skora málini, sum skuldu til fyri at tryggja okkum FM í dag, men tað gjørdu vit ikki, og tað iðrar okkum, sigur Víkinga venjarin Sámal Erik Hentze.
Stóri NSÍ spælarin var Árni Frederiksberg, sum legði upp til fyrra málið og skoraði tað seinna. Hann stórfegnaðist um, at tað aftur í dag eydnaðist at vinna ímóti einum av teimum stóru:
-Nú hava vit næsta leygardag í Klaksvík møguleika at vinna silvurkrónurnar. Tí møguleikanum fara vit avgjørt eftir, sigur Árni Frederiksberg.
Í Gundadali vann KÍ 3-1 ímóti B36. Harvið eru klaksvíkingar á silvurplássi. KÍ er trý stig aftanfyri Víking, sum hevur nógv betri málmun enn klaksvíkingar.
Tað er sostatt ikki staðfest, at Víkingur verður meistari, og víkingarnir vilja ikki hoyra talan um, at teir eru meistarar. Men hjá KÍ snýr tað seg um, hvussu tað verður við heiðursmerkjunum. Teir fara leygardagin at spæla á heimavølli ímóti NSÍ um silvurkrónurnar.
-Vit eru ógvuliga væl nøgdir við avrikið ídag. Vit taptu jú 5-1 seinast vit hittu B36, so sigurin er sera søtur. Møguleikin at vinna FM er lítil og eingin, men vit fara at leggja nógv fyri í royndini at vinna silvurkrónurnar annað árið á rað, sigur KÍ veteranurin Hjalgrím Elttør, sum átti uppleggið til fyrsta málið, tá ið Jóannes Bjartalíð, sum løtu seinni noyddist av vøllinum, skoraði.
B36 tapið í dag ber við sær, at tað ikki verður greitt fyrrenn leygardagin, um B36 vinnur silvur ella bronsu ella endar á fjórða plássi. Leygardagin verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36.
-Vit eru ógvuliga vónbrotnir. Vit høvdu ikki roknað við at vinna so stórar málmøguleikar ímóti KÍ. Tá ið KÍ leggur seg framum, so er tað torført at svara aftur. Teir verja framúr væl. Vit royndu, og at enda sleptu vit heilt í verjuni, og so taptu vit 3-1. Fyri okkum hevur tað týdning at enda við silvurkrónunum heldur enn bronsukrónunum, men stóra vónbrotið er, at vit hava mist FM møguleikan, sigur B36 miðvallarin Róaldur Jakobsen.
ÍF gjørdi ein øgiligan vørr við Margáir, har fuglfirðingar vunnu 4-2 og harvið øktu um úrtøkuna til tólv stig.
-Eg má bara staðfesta, at fleiri av mínum monnum sinniliga vóru farnir í heystfrí. Leygardagin runda vit av í Sarpugerði, og tá er avbjóðingin hjá okkum at vera við til at gera hetta til minnisríkan dyst, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.
Niels Pauli Danielsen hjá ÍF fegnast um sigurin ímóti fyrrverandi liðfeløgunum í EB/Streymi:
-Vit vildu ógvuliga fegnir vinna, og 2-0 í fyrra hálvleiki bar við sær, at fyritreytirnar vóru góðar. Tá ið teir minkaðu um munin til 3-2, kendu vit okkum kroystar, men tíbetur svaraðu vit aftur. Nú ætla vit at siga farvæl við bestu deildina við heimasigri ímóti 07 Vestur, sum fyrr í ár hevur vunnið ímóti okkum, sigur Niels Pauli Danielsen hjá ÍF.
07 Vestur er og verður á níggjunda plássi. Í dag vóru Suðringar í Sørvági, har tað endaði við 3-1 heimasigri.
-Vit lorkaðu tíðliga í fyrra hálvleiki eitt mál ímóti okkum. So broytti vit uppstilling, og undan steðginum eydnaðist at javna. Dygst eftir steðgin vóru vit óhepnir at gera sjálvmál, og so var tað ikki okkara dystur, hóast vit fegnir vildu. Vit hava framvegis møguleikan at enda á sætta plássi. Soleiðis verður tað, um vit vinna á heimavølli ímóti Skála, treytað av at EB/Streymur ikki fær stig í Sarpugerð, sigur málskjúttin hjá Suðringum, Jón Krosslá Poulsen.
-Undan dystarbyrjan í dag ætlaðu vit at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir - ímóti Suðringum og ÍF - og tað eydnaðist at vinna ídag. Nú ætla vit at vinna í Fuglafirði, men sjálvandi fyllir tað nógv í huganum hjá okkum, um vit flyta niður ella ikki. Vit hava lagt heilt nógv fyri í royndini at sleppa undan niðurflyting, og tað fer ivaleyst at hava broytingar við sær, um vit ikki sleppa undan niðurflytingini, sigur 07 Vestur miðvallarin Høgni Egilstoft Nielsen.
Á Skála endaði tað málleyst millum Skála og HB. Harvið styrkti Skála um sín møguleika at vinna sætta plássið. HB er og verður nummar fimm.
-Hetta var venjingardystur í oktober millum tvey lið, sum ikki hava nakað at spæla fyri. At tað var málleyst bendir á, at tað vóru fáir møguleikar, og at leikferðin var lág. Ímóti B36 leygardagin veit eg, at tað verður ikki neyðugt hjá mær at seta spælararnar upp, sigur Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB.
Skála venjarin Pauli Poulsen heldur, at hansara menn royndu meiri eftir sigrinum enn HB.
-Teir vóru omaná fyrsta korterið. So mentust vit, og vit høvdu onkrar møguleikar, og fram ímóti dystarenda hevði okkara málverji, Andras Gango, fína dupultbjarging. At fara til Suðuroyar er stór avbjóðing, men vit fara suður við góðum treysti og við tí í huga, at tryggja okkum sætta plássið, sigur Pauli Poulsen.
26. umfar
NSÍ-Víkingur (1-1)
1-0: Jann Benjaminsen 10.
1-1: Gert Hansen 36.
2-1: Árni Frederiksberg 83.
Skála-HB 0-0
EB/Streymur-ÍF 2-4 (0-3)
0-1: Pedro Tarancon Anton 8.
0-2: Ari Ó. Ellingsgaard 36.
0-3: Kristoffur Jakobsen 45.
1-3: Ari Mohr Olsen 48.
2-3: Pætur J. Petersen 64.
2-4: Bogi Reinert Petersen 67.
07 Vestur-Suðringar 3-1 (1-1)
1-0: Martin Tausen 3.
1-1: Jón Krosslá Poulsen br 28.
2-1: sjálvmál 50.
3-1: Søren B. Nielsen 71.
B36-KÍ 1-3 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð 28.
0-2: Albert Adu 60.
1-2: Høgni Eysturoy 63.
1-3: Dion Splidt 95.
Støðan eftir 26 umfør
Víkingur 52
KÍ 49
B36 47
NSÍ 46
HB 38
Skála 30
Suðringar 29
EB/Streymur 29
07 Vestur 25
ÍF 12
27. umfar
Leygardagin 21. oktober
klokkan 15.15
KÍ-NSÍ
ÍF-07 Vestur
Víkingur-EB/Streymur
HB-B36
Suðringar-Skála