FM gevur HB-spælarunum eina lítla mánaðarløn í part

Fótbóltur: Stendur tað til Poul Michelsen, so verða sáttmálar eisini gjørdir við nakrar unglingaspælarar

Eftir javnleikin í Klaksvík helt formaðurin í HB, Gunnar Mohr, fyri, at um felagið hjá honum ikki fór at megna at vinna FM heitið frammanfyri áskoðarafjøldini í Gundadali, tá sumbingar koma at vitja, so kann HB gloyma alt tos og allar dreymar um meiri yrkiskendu linjuna, sum teir stríðast við at fáa upp at standa.

Poul Michelsen er formaður í smápartafelagnum Havnar Fótbóltur, og hann er ikki ósamdur við formannin í móðurfelagnum, men hann undirstrikar, at tað eru nógv dømi um, at lið, sum eru farin á vøllin við skeivum hugburði, hava verið sektaði.

Nevndin í HB hevur einki fyrireikað, um HB vinnur FM í morgin, men tað fer neyvan at koma óvart á viðhaldsfólkini, sum eru klár at skapa karmin, sum sømir seg í slíkum førum. Steyp og gullkrónur verða ikki handaðar fyrrenn eftir síðsta leikumfar komandi leygardag, tá HB fer til Fuglafirðar.


Fyrsti vágbingur

Andrew av Fløtum royndi seg í unglingafinaluni mánakvøldið, og tað ger, at hann verður ikki við í morgin. Jan Dam, sum nú venur í Herfølge, verður við í hópinum í morgin.

Liðformaðurin Rúni Nolsøe, verður ikki við móti Sumba. Hann fekk reytt kort í Klaksvík, og so siga reglarnir, at hann verður leikbannaður. Liðformaðurin verður við aftur komandi vikuskifti, tá HB fer at fáa steyp og gullkrónur, men tað er harmuligt fyri hann, at hann ikki sleppur at vera við í dystinum, tá HB ivaleyst vinnur FM heitið. Okkum kunnugt er Rúni Noløse søguligur á tann hátt, at hann verður fyrsti vágbingur, sum nakrantíð hevur verið á einum liði, sum hevur vunnið FM.


Lønin

Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um, at tað er eitt stórt fíggjarligt kvett at vinna FM, men Poul Michelsen heldur ikki, at talan heldur kann gerast um vinning í framtíðini:

? Tað verður lítið eftir at milliónini, sum fæst fyri Europa Cup luttøkuna, tá ferðaútreiðslurnar komandi ár og lønin til spælararnar fyri at vinna FM er farin burturav.

Hvussu nógv fáa teir?

? Spælararnir hava ynskt eina kollektiva bonusskipan, og samlaða upphæddin, sum vit skulu av við, er meiri enn hundrað túsund krónur, uttan at talið kemur til eina hálva millión. Vit kunnu siga, at spælararnir fáa eina lítla mánaðarløn í part fyri FM heitið, sigur Poul Michelsen.

Hann sigur, at ítróttarliga málið má vera ? umframt at vera í føroyska toppinum ? at koma víðari í Europa Cup og harvið vinna fleiri pengar.


Sáttmálarnir

Í hesari vikuni hava teir í Havnar Fótbóltur hvørt kvøld brúkt tíð til at tosa við einstøku spælararnar. Málið er at fáa sáttmálarnar fyri komandi ár uppá pláss, og sjálvt um einki er undirskrivað, so roknar Poul Michelsen við, at teir spælararnir, sum hava verið við í ár, eisini vera við komandi ár:

? Vit spæla við púra opnum kortum. Okkara sjónarmið er, at tað ber ikki til at reka svartan handilsskap. Havnar Fótbóltur rindar MVG av sínum virksemi ?eisini tá talan er um flytingar millum móðurfelagið og Havnar Fótbólt ? og lønin hjá spælarunum fer gjøgnum a-skattaskipanina. Hetta kostar okkum nógv, men tað skal vera soleiðis.

Fara tit at keypa nógvar nýggjar spælarar?

? Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at binda teir eitt ár afturat, sum hava verið við í ár, og alt bendir á, at tað fer at eydnast. Onkrir av teimum eldru ivast í, um teir skulu taka eitt ár afturat, men um teir spæla, so verður tað í HB. Tá hetta er avgreitt, fara vit at síggja, hvat okkum tørvar, og so kann tað vera, at vit fara at keypa ein ella kanska tveir spæplarar, men tað er einki avgjørt.

? Vit hava ikki tikið støðu til tað enn, men mín hugburður er, at vit skulu skriva sáttmálar við unglingarnar. Eg haldi, at tað er týdningarmikið, at spælararnir frá heilt ungum av læra, hvat tað snýr seg um, tá tú vilt vera við í yrkisfótbólti. Tað ynskja vit, og so er at gera tað, sum skal til, eisini hvat upplæring av yngru spælarunum viðvíkur.


Hongur saman

Poul Michelsen sigur, at ætlanin var, at fyrsta fíggjarætlanin hjá Havnar Fótbólti skuldi hava eitt yvirskot uppá 40 túsund krónur. Roknskaparárið verður liðugt 31. oktober, og hann roknar við, at talið fer at halda. Kanska verður yvirskotið eitt sindur størri.

? Allar leiðsluuppgávurnar verða avgreiddar uttan samsýning, og tað er høvuðsorsøkin til, at vit ikki enn eru farnir undir nýtekning av partapeningi. Fleiri hava spurt um hetta, og vit fara undir hetta beinanvegin, tá kappingin er liðug, sigur formaðurin í Havnar Fótbólti.